NordikUng

NordikUng er til tín, ið ert ímillum 13 og 17 ár.

 

Við NordikUng hevur tú møguleika at fáa:

  • NordikUng kontu við frælsi at taka út, har tú til dømis kanst seta tín lummapening ella lønina frá frítíðarstarvinum inn
  • Mín Uppsparing, ein samansparingar konta við 3 mánaðar uppsagnartíð
  • Barnauppsparing, ein samnasparingar konta, ið gevur betri rentu og er bundin til tú ert 20 ár
  • MasterCard Debit Standard gjaldskort, sum tú kanst gjalda við í handlum og á netinum
  • Netbanka frá tú ert 15 ár, so tú kanst fara í bankan, tá tú vilt
 

Ein banki, sum kennir teg

Sum tannáringur hevur tú nógva ferð á lívinum, og tú hevur helst ikki stóran tørv á at hugsa um pening og bankar. Øll fáa tó einaferð tørv á ráðgeving um pening. Tað kann vera í sambandi við, at tú byrjar at arbeiða, tá tú skalt finna tín egna bústað , tá tú fert undir útbúgvin ella í sambandi við onnur endamál. Og tá er tað gott at kunna koma í ein banka, sum kennir teg. Hjá okkum fært tú fram um alt holla persónliga ráðgeving - eisini sum lesandi í Føroyum ella uttanlands.

Frá NordikUng til NordikSolo

Tá tú fyllir 18 ár, fært tú eitt tilboð um at gerast partur av NordikSolo. Á tann hátt kanst tú tryggja tær, at tú hevur tær kontur og tey kort, ið tær tørvar. So kanst tú kanst nýta tína tíð til tað, sum hevur týdning fyri teg.
Set teg í samband við okkum og fá meira at vita
  • Ring á 330 330 ella
 
 
 
Hent leinki