SKYN
Í november 2006 setti BanKNordik á stovn sína egnu fastognarmeklarafyritøku, Skyn. Skyn fór undir virksemið í februar 2007 og virkar í tøttum samstarvi við kundaráðgevarnar í BankNordik. Skyn hevur sítt virksemi í hølum í Havnini, men er sjónligt í øllum deildum bankans.
Felagið miðar eftir at økja um gjøgnumskygnið og trúvirðið á føroyska fastognarmarknaðinum og marknaðarførir seg sjálvt undir virðisorðingini “álit, dygd, gjøgnumskygni og varandi kundanøgdsemi.” Millum annað hevur Skyn fingið í lag hvørja ferð at lata eina óhefta støðulýsing í sambandi við sølu og keyp.



