Íløgur í partabrøv

Tá tú keypir eitt partabræv, verður tú partaeigari í einum partafelag, sum gevur partabrøvini út. Váðin fyri tapi er avmarkaður til ta upphædd, sum tú hevur sett í, meðan tín møguleiki fyri vinningi er óavmarkaður.
 
Kursurin á einum partabrævi endurspeglar vanliga evnini hjá fyritøkuni at tjena pengar í løtuni ella í longdini.
 
Um tú gert íløgur í partabrøv, eigur tú at spjaða tínar íløgur á fleiri fyritøkur, og tað er eisini eitt gott hugskot at hava ein lutfalsliga langan tíðarkarm. Harvið minkar tú um váðan við tíni íløgu og økir møguleikan fyri vinningi.
 

Marknaðargreining hjá BankNordik

Her finnur tú greining av fíggjarmarknaðunum  hjá BankNordik, sum verður nevnd BankNordik Markets Update. Her kanst tú lesa bankans metingar av fíggjarmarknaðnunum umframt okkara yvirskipaðu tilmæli.
 
  Les BankNordik Markets Update her.
 

Yvirskipað um íløgur

At gera íløgur hevur altíð ein ávísan váða fyri, at væntanirnar um gongdina framyvir ikki halda. Ein íløga kann hava tap við sær treytað av gongdini í kursinum og tann, sum ger íløguna, ber váðan fyri hesum.
Samband

Set teg í samband við Íløgudeildina

 

Ring til tín ráðgeva 

ella skriva til ilogur@banknordik.fo

Marknaðarviðmerking

Les dagligu metingarnar
hjá BankNordik av
fíggjarmarknaðunum.
 

Stutt og greitt