Persónlig PensjónsRøkt
Persónlig røkt av tínari pensjónsuppsparing
Persónlig PensjónsRøkt frá BankNordik er til tín, sum vil økja møguleikan fyri størri avkasti av tínari pensjónsuppsparing.
4 fyrimunir við Persónligari PensjónsRøkt
- Økir møguleikan fyri størri avkasti av tínari pensjónsuppsparing
- Verður lagað eftir tær og tínum íløguprofili
- Okkara serfrøðingar hava støðugt eftirlit við og røkta tínar íløgur
- Tú hevur altíð yvirlit
Stutt um Persónliga PensjónsRøkt
Okkara serfrøðingar seta tín pening í virðisbrøv og hava støðugt eftirlit við og røkta tínar íløgur, uttan at tær nýtist at gera nakað. Saman við tær finna vit íløguprofilin, ið hóskar til tín.
Við møguleikanum fyri størri avkasti økist váðin tó samsvarandi. Tí er tað umráðandi, at tín íløguprofilur er sambæriligur við títt váðafýsni og tín væntaða pensjónsaldur.
Við Netbankanum hevur tú altíð yvirlit yvir tína pensjónsuppsparing - tað gevur tryggleika og gjøgnumskygni. Lægsta upphædd fyri at stovna Persónliga PensjónsRøkt er 40.000 krónur.
Tak niður faldara um Persónliga PensjónsRøkt í høgra bredda.
Set teg í samand við okkum, um tú ynskir at fáa meira at vita um Persónliga PensjónsRøkt.




