Persónlig OgnarRøkt

Persónlig røkt av tínari samansparing

Persónlig OgnarRøkt frá BankNordik er til tín, sum vil økja møguleikan fyri størri avkasti av tínari samansparing. Tú fært allar fyrimunirnar av at seta tína samansparing í virðisbrøv, uttan at tær nýtist at fylgja við á virðisbrævamarknaðinum.
  

4 fyrimunir við Persónligari OgnarRøkt

  • Økir møguleikan fyri størri avkasti av tínari samansparing
  • Verður lagað eftir tær og tínum íløguprofili
  • Okkara serfrøðingar hava støðugt eftirlit við og røkta tínar íløgur
  • Tú hevur altíð yvirlit
 

Stutt um Persónliga OgnarRøkt

Okkara serfrøðingar seta tín pening í virðisbrøv og hava støðugt eftirlit við og røkta tínar íløgur, uttan at tær nýtist at gera nakað. Saman við tær finna vit íløguprofilin, ið hóskar til tín.
 
Við møguleikanum fyri størri avkasti økist váðin tó samsvarandi. Tí er tað umráðandi, at tín íløguprofilur er sambæriligur við títt váðafýsni og tíni ynski um tíðarkarm.
 
Við Netbankanum hevur tú altíð yvirlit yvir tína samansparing - tað gevur tryggleika og gjøgnumskygni.
 
Lægsta upphædd fyri at stovna Persónliga OgnarRøkt er 50.000 krónur.
 
 
Set teg í samband við okkum, um tú ynskir at fáa meira at vita um Persónliga OgnarRøkt. 

Tak niður faldara