Próvtøka

Undirvísingin í kravdu lærugreinunum endar við skrivligari próvtøku á 4-6 tímar. Royndin fevnir víða innan týdningarmestu partarnar av pensum. Lærari og próvdómari uttanífrá døma um uppgávuna. Fyri at tú skalt standa royndina, mást tú minst hava karakterin 6. Stendur tú ikki royndina, sleppur tú til umroynd.

 

Sjálv útbúgvingin endar við einari fakligari roynd, ið umfatar eina verkætlan, ið tú skalt gera. Eitt toymi ger vanliga verkætlanina. Verkætlanin skal leggjast fram munnliga. Fakliga verkætlanin verður framleidd og dømd seinasta hálvárið av útbúgvingini. Hon umfatar kravdu og valfríu lærugreinarnar umframt starvsvenjingartíðina, so hon vísir allar tínar førleikar.
 
Tá ið lærutíðin byrjar, verður gjørd ein ætlan, sum vísir, á hvørjum økjum, tú skalt starvast, og hvussu leingi, tú verður í hvørjum øki. Hetta verður gjørt fyri at tryggja, at tú fært eina so fjøltáttaða útbúgving sum gjørligt.