Ráðgeving

Tú ert vælkomin á gátt hjá okkum ella vit koma út til tína fyritøku á ein fund um eitt nú framtíðarætlanir, rakstrar- og íløgufígging og um samstarv okkara millum.
 

Fyrireiking til fund

Á fundinum hevur tú møguleika at leggja fram tínar ætlanir fyri títt virki. Saman hyggja vit at tíni rakstrar og fíggjarætlan og finna røttu loysnina fyri títt virksemi.

Um tín fyritøka hevur íløguætlanir, ið skulu fíggjast, meta vit í hvørjum einstøkum føri um fíggingarmøguleikarnar. Vit hava tørv á at fáa fíggjarligt innlit í tína fyritøku fyri at taka støðu til umsóknina, og krevja vit vanliga:

 

  • Rakstrarroknskap

  • Fíggjarstøðu

  • Gjaldførisætlan

  • Rakstrarætlan

  • Frágreiðing um ætlanina og møguligar avleiðingar av henni

Bílegg fund og gerst vinnukundi
  • Ring til 330 300
 
 

Samband
Set teg í samband við Vinnudeildina
 
Mán - frí: 9.30-16.00
Hósdag: 9.30-18.00
 
Ring til tín ráðgeva
ella skriva til vinna@banknordik.fo