Rakstrarfígging

Rakstrarfígging snýr seg um gerandisliga virkisraksturin. M.a. inn- og útgjøld til keyp av vørum, lønargjaldingar, framleiðslu, húsaleigu og aðrar rakstrarútreiðslur.

 

Ymiskir møguleikar

Til ber at fíggja rakstrarútreiðslur á ymiskan hátt. Tosa við okkum um rakstrarfígging. Vit ráðgeva tær, og saman finna vit røttu loysnina til títt virki.

    

Rakstrarkredittur

Inn- og útgjøld í gerandisdegnum fara vanliga fram umvegis eina rakstrarkontu.
 
Rakstrarkontan kann hava ein kassakreditt atknýttan. Støddin á kredittinum er tengd at gjaldførisstreyminum hjá tíni fyritøku. Rakstrarkreditturin verður nýttur til at fíggja sveiggini, ið kunnu vera í inn- og útgjøldunum.
 
Renta og kredittgjald verða ásett í mun til raksturin og fíggjarstøðuna hjá tíni fyritøku og trygdir, ið verða veittar fyri kredittin. 
 

Fá størri rásarúm og betri gjaldføri við fakturalánskreditti

Í BankNordik kunnu vit eisini bjóða fakturalánskreditt. Tað inniber, at tín fyritøka fær ávísan prosentpart av fakturaupphæddini útgoldnan, áðrenn keyparin hevur goldið rokningina. Á tann hátt hevur tú tøkan pening at arbeiða við, hóast rokningin enn ikki er goldin av keyparanum. Fyrimunirnir við fakturalánskreditti eru m.a.:
 
  • Lættari at fíggja gerandisrokningar 
  • Kredittsøla verður broytt til kontantsølu
  • Størri fíggjarligt rásarúm
  • Betri gjaldføri
  • Ískoyti til kassakreditt 
Fá vinnuráðgeving
  • Ring til 330 300
 
 
Samband
Set teg í samband við Vinnudeildina
 
Mán - frí: 9.30-16.00
Hósdag: 9.30-18.00
 
Ring til tín ráðgeva
ella skriva til vinna@banknordik.fo