Stjórn

            

Árni Ellefsen, forstjóri 

Árni Ellefsen er føddur í 1966 og er útbúgvin cand.merc.aud frá CBS í Keypmannahavn umframt statsaut. revisor. 

 

Árni Ellefsen varð í september 2015 settur í fyribils starv sum forstjóri í BankNordik. 

  

Hann byrjaði í BankNordik í 2011, tá hann tók við starvinum sum fíggjarstjóri.

 

Áðrenn Árni Ellefsen kom í BankNordik, starvaðist hann sum fíggjarstóri í Nema P/F (2009-2011). Harafturat hevur hann verið grannskoðari hjá Spekt (1996-2000), har hann eisini var partnari (2002-2009). Árni hevur eisini royndir frá KPMG, har hann starvaðist í tveimum umførum (1986-1996 og 2000-2002). 

 

 

   

 

 
Samband
BankNordik
Oknarvegur 5
Postboks 3048
FO-110 Tórshavn
Tlf. 330 330