Stuðul

BankNordik arbeiðir út frá okkara virðisgrundarlagi, sum byggir á kjarnuvirðini at vera dugnalig, eldhugað og framsøkin. Tí velja vit at lata stuðul til ymisk endamál, um hetta verður mett at hóska til virðini hjá BankNordik, og um avtalan kann koma báðum pørtum til góðar.
 

Umsóknir

Vit viðgera einans skrivligar umsóknir. Í umsóknini skal verða víst á:
  • hvat endamálið við stuðlinum er
  • á hvønn hátt BankNordik kann fáa ágóða av stuðlinum
  • hvørja upphædd, søkt verður um
 
Umsóknir verða viðgjørdar fýra ferðir árliga. Næstu ferð 9. desember 2016. Vit viðgera ikki umsóknir til tiltøk, sum liggja minni enn 14 dagar frá umsóknardegnum.
 

Mannagongd

Vit skilja ímillum tvey sløg av stuðli:
  • Smá tiltøk ella sponsorat, har BankNordik kann stuðla við eini einstakari upphædd. Hoyrir títt tiltak til henda bólk, fyll út eitt av oyðubløðunum
  • Størri tiltøk ella verkætlanir, har vit gera eina samstarvsavtalu. Hoyrir títt tiltak til henda bólk, set teg í samband við Sølu- og marknaðardeildina á tlf. 330 330 ella á studul@banknordik.fo
 

Vit lata ikki stuðul til:

  • Námsferðir / uttanlandsferðir
  • Rakstur
  • Almenn ella kommunal tiltøk
Samband
BankNordik
Marknaðardeildin
Oknarvegur 5
Postboks 3048
FO-110 Tórshavn