Swaps

Ein swap er eitt fíggjarligt tól, sum er ein avleidd tænasta, hvørs prísáseting er tengd at gongdini á tí undirliggjandi aktivinum, sum t.d. einum partabrævi, einum partabrævavísitali, einum lánsbrævi ella einum øðrum fíggjarligum tóli.
 
Eitt fíggjarligt tól er ein sáttmáli millum tveir ella fleiri partar og hevur ofta eina høga gearing. Forward-sáttmálar, futures-sáttmálar, loyvisbrøv, optiónir og swaps eru tey mest vanligu fíggjarligu tólini.
 
Fíggjarlig tól verða oftast nýtt til at minka um váðan, men kunnu eisini nýtast við serligum vinningi fyri eyga.