Swipp

Við Swipp kanst tú flyta pengar við snildfonini. Tað er bæði trygt og lætt. Tað einasta, tær tørvar, er fartelefonnummarið hjá móttakaranum.
Swipp er ein nýggj tænasta í Netbankanum sum app, har kontunummur og fartelefonnummur verða knýtt at hvørjum øðrum. Tí er bert neyðugt hjá tær at kenna fartelefonnummarið hjá móttakaranum, tá tú skalt flyta pengar við Swipp. Til ber at swippa upp í 50.000 kr. um dagin.

Nær ber til at brúka Swipp?

Swipp er eitt hent amboð í teimum førum, tá tú annars vanliga hevur tørv á reiðum peningi. T.d. tá tit eru fleiri, sum í felag skulu rinda eina rokning á eini matstovu. Tá ber til at gjalda fyri tín part við at senda peningin við Swipp á snildfonini til tann, ið leggur út.
 

Hvør kann brúka Swipp?

Tú kanst brúka Swipp, um tú hevur eina iPhone ella Android snildfon, og um tú hevur Netbankan sum app á snildfonini. Tú kanst flyta pengar við Swipp til øll, sum hava teknað seg til tænastuna - uttan mun til hvønn peningastovn móttakarin brúkar.

Tekna teg til Swipp

Ein fyritreyt fyri at kunna flyta pengar við Swipp er, at  bæði móttakarin og tú hava teknað tykkum til Swipp. Tú kanst tekna teg til Swipp í Netbankanum. Vel Uppseting, Fartænastur og síðani melda til Swipp. Hevur tú ikki Netbanka, kanst tú bíleggja hann her.
Les meira um Swipp og trygd her.
 
 

Ásetingar