Falskur teldupostur frá Nets
06-09-2012
Nógvir føroyingar fáa í løtuni teldupost frá svikarum, sum geva seg út fyri at vera Nets. Følsku teldupostarnir eru skrivaðir á vánaligum donskum máli, og sendarin stendur at vera Nets. Í følsku teldupostunum verður móttakarin biðin um at skráseta gjaldskortið við at lata ymsar upplýsingar um kortnummar o.a. Um tú longu hevur latið svikarunum hesar upplýsingar, verður tú biðin um at sperra kortið beinanvegin.
 
Talan er um svik, og vit vilja heita á kundarnar um ikki at lata nakrar upplýsingar, men í staðin at strika teldupostin.

‹ Aftur