Stuðulsavtala við North Atlantic Fish Fair
17-09-2012
BankNordik og Trygd hava skrivað undir stuðulsavtalu við altjóða fiskivinnustevnuna North Atlantic Fish Fair, sum verður hildin í Klaksvík 9. – 11. apríl 2013

 
Áki í Skemmuni (v), stjóri í North Atlantic Fish Fair, og Bjarne Jørgensen, vinnulívsleiðari í BankNordik.
  
“Sum samstarvsfelagi hjá stórum parti av føroyska vinnulívinum ynskja vit at stimbra og vera í virknari samvinnu við vinnulívið her á landi. North Atlantic Fish Fair er eitt frálíkt høvi hjá føroyskum vinnulívi bæði at skapa nýggj og menna verandi handilssambond,” sigur Bjarne Jørgensen, vinnulívsleiðari í BankNordik. Hann vónar, at stuðulssamstarvið kann vera við til at fremja nýggjar møguleikar fyri føroyskt vinnulív.
 
Fiskivinnustevnan er hin størsta av sínum slag í Føroyum og savnar bæði føroyskar og útlendskar veitarar í vinnuni. BankNordik hevur verið millum luttakararnar á North Atlantic Fish Fair øll árini.  
 
Áki í Skemmuni, stjóri í North Atlantic Fish Fair, fegnast um stuðulssamstarvið: ”Vit royna støðugt at menna fiskivinnustevnuna, soleiðis at vit kunnu bjóða øllum luttakarum eina áhugaverda, viðkomandi og fjølbroytta skrá. Við fíggjarliga stuðlinum ber til at fáa fleiri áhugaverdar luttakarar til Føroyar, og á tann hátt er stuðulsavtalan við BankNordik og Trygd við til at økja dygdina á North Atlantic Fish Fair munandi," sigur Áki í Skemmuni.
 
Fyrireikararnir vænta fleiri enn 200 framsýnarar og umleið 10.000 vitjandi á stevnuni komandi vár, sum verður hin sætta í røðini.  

‹ Aftur