BankNordik fer uppí MobilePay-samstarv
18-11-2016

BankNordik fer nú uppí eitt nýtt samstarv, sum fer at gera tað møguligt hjá kundum bankans at brúka MobilePay.

 

MobilePay er ein app, sum ger tað møguligt hjá brúkarum skjótt og lætt at rinda í handlum og nethandlum umframt at flyta pengar til onnur – tað krevur bara eina fartelefon og MobilePay-appina.

 

MobilePay hevur milliónatals brúkarar í okkara grannalondum, so einki er at ivast í, at talan er um eina sera nógv brúkta tænastu, ið ger tað ómakaleyst at avgreiða flytingar við fartelefonini. Tað er líka skjótt og lætt sum at senda eini sms-boð. BankNordik væntar, at MobilePay væntandi eisini verður sera áhugavert fyri vinnurekandi føroyingar, sum fara at kunna taka ímóti gjaldi fyri vørur og tænastur við appini.

 

“MobilePay er ein sera væl umtókt tænasta, og vit eru tí fegin um at gerast partur av samstarvinum, sum uttan iva fer at vera kundum okkara at gagni. Vit hava fingið nógvar fyrispurningar frá kundum, sum hava áhuga fyri at brúka MobilePay, og tí hava vit valt at fara uppí samstarvið, sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik.

 

Enn er ikki endaliga greitt, júst nær MobilePay verður klárt at brúka hjá føroysku kundum bankans, men arbeitt verður við at fáa tænastuna til Føroyar skjótast gjørligt.

 

Víðkað samstarv

MobilePay kom á marknaðin í 2013 sum ein tænasta til kundar í Danske Bank, og nú verður MobilePay-samstarvið víðkað við fleiri peningastovnum, m.a. BankNordik. Samstundis sum nýggja samstarvið um MobilePay verður veruleiki, fer Swipp í søguna. Swipp er ein tænasta í Netbankanum, sum  á sama hátt sum MobilePay ger tað møguligt at rinda við fartelefonini. Tó er stóri munurin á tænastunum báðum, at MobilePay kann brúkast uttan at innrita í Netbankan, og tað ger tað ólíka lættari at brúka MobilePay.

 

Kunnað verður nærri

Enn eru allir smálutir í nýggja MobilePay-samstarvinum ikki komnir upp á pláss, men kunnað verður nærri um ítøkiliga tíðarætlan, treytir v.m. seinni.   


‹ Aftur