Seinasta freist at innloysa kekkar
06-12-2016

Hevur tú ein kekk liggjandi í skuffuni, so er tað nú, tú skalt koma í bankan við honum. Seinasta freist at innloysa kekkar er nevniliga 30. desember í ár. Eftir hetta fara peningastovnar ikki at taka ímóti kekkum longur.

 

Nýtslan av kekkum hevur verið alsamt fallandi seinastu árini, samstundis sum aðrar gjaldsloysnir hava vunnið fram. Tí hava allir peningastovnar í ríkinum í felag tikið avgerð um at steðga verandi kekkasamstarvi við árslok.


Hóast kekkarnir fara í søguna, eru nógvir aðrir gjaldsmøguleikar, sum kunnu brúkast ístaðin. M.a. fer MobilePay í næstum at verða klárt at brúka, og harafturat ber til at gera vanligar bankaflytingar, flytingar í Netbankanum, í Netbankanum sum app og við gjaldskorti.

 

Um tú hevur óbrúktar kekkar, kanst tú klippa teir sundur og beina teir burtur.


‹ Aftur