Freistir í sambandi við flytingar fyri jól og nýggjár
20-12-2016

Skalt tú flyta pengar, sum skulu vera móttakaranum í hendi áðrenn árslok, eru niðanfyri nevndu freistir galdandi - eisini um tú sjálv/ur gert flytingina í Netbankanum:

 

  • Vanligar flytingar: hósdagin 29. desember kl. 18.30
  • Flytingar sama dag: fríggjadagin 30. desember kl. 11*
  • Skundflytingar: freistin veldst um, hvønn peningastovn upphæddin skal flytast til, av tí at peningastovnarnir hava ymiskar freistir *
  • Flytingar til kontur í BankNordik: fríggjadagin 30. desember kl. 18.30*

 

Lønarflytingar

Lønarflytingar, sum skulu vera á kontu fyri jól: hósdagin 22. desember kl. 14.00

Lønarflytingar, sum skulu vera á kontu fyri nýggjár: hósdagin 29. desember kl. 14.00. 

 

Vilt tú hava vissu fyri, at flytingarnar eru móttakaranum í hendi rættstundis, mæla vit tær til at gera flytingina í seinasta lagi hósdagin 29. desember. 


‹ Aftur