BankNordik lækkar væntanirnar til ársúrslitið
27-12-2016

BankNordik lækkar væntanirnar til ársúrslitið fyri 2016 orsakað av óvanliga nógvum tryggingarskaðum í desember. 

Orsakað av óvanliga nógvum og stórum tryggingarskaðum fyri egna rokning í desember, sum higartil eru mettir til samanlagt 15-20 mió. kr. og í størstan mun stava frá ódnarveðrinum í Føroyum, lækkar BankNordik væntanirnar til úrslitið fyri roknskaparárið 2016 áðrenn niðurskrivingar, eingangsútreiðslur, virðisjavna og skatt úr 175-200 mió. kr. niður í 165-180 mio. kr.

Niðurskrivingar á útlánum fara væntandi framvegis at lækka í 2016 samanborið við støðið í 2015 (20 mió. kr.). Í 1.-3. ársfjórðingi í 2016 vóru niðurskrivingarnar á útlánum netto ein afturbering á 8 mió. kr. 

Væntanirnar til úrslitið fyri roknskaparárið 2016 eru tengdar at óvissu og eru bundnar at búskaparligu viðurskiftunum, undir hesum eisini møguligum pengapolitiskum tiltøkum frá miðbankunum umframt endaligu uppgerðini av tryggingarskaðunum fyri egna rokning.


‹ Aftur