Swipp heldur uppat 28. februar
28-12-2016

Tann 28. februar 2017 dettur møguleikin fyri at brúka Swipp burtur. Til henda dag fer tað framvegis at bera til at avgreiða flytingar og gjaldingar við Swipp, men síðani verður tænastan latin aftur.

 

MobilePay er nýggj loysn

Swipp heldur uppat, av tí at allir peningastovnar, sum bjóða kundum sínum Swipp, hava gjørt av at fara í samstarv við MobilePay í staðin. Hetta er eisini galdandi fyri okkum í BankNordik. Enn er ikki greitt, júst nær tænastan verður tøk í Føroyum, men vit arbeiða í løtuni við at finna eina loysn.

 


‹ Aftur