BankNordik gjørt stuðulsavtalu við FF Klettar
01-05-2017

 

BankNordik og FF Klettar hava skrivað undir tvey-ára samstarvsavtalu, har samtakið verður høvuðsstuðul hjá felagnum. BankNordik verður sostatt ein sjónligur partur av føroyska útisetalívinum í Aarhus. FF Klettar, sum er fótbóltsfelagið fyri føroyingar í Aarhus, verður rikið av eldhugaðum ungum føroyingum, og hevur stóran týdning fyri samanhaldið millum føroyingar í Aarhus.


Formaðurin í felagnum, Hjallgrímur J. Vestergaard, fegnast um, at føroyskur fótbóltur í Aarhus við hesum fær ein stinnan viðspælara, sum er sjónligur í øllum ríkinum. “At BankNordik vil gera eina tvey-ára samstarvsavtalu við okkum, er ein álitisváttan til eldsálirnar og gevur felagnum eitt fíggjarligt støðufesti, soleiðis at tað sosiala og ítróttaliga kann raðfestast enn hægri. Vit eru ovfegin um nýggja samstarvið og gleða okkum til Sommerbold við BankNordik á bringuni.”

 

“Í BankNordik-samtakinum eru vit fegin um nýggja samstarvið. Við nýggju samstarvsavtaluni ynskja vit at stuðla menningini av føroyskum ítrotti í Aarhus. Sum høvuðsstuðul kann BankNordik virka fyri at veita føroyskum fótbólti í Aarhus enn betri umstøður til at skapa góð úrslit og góðar upplivingar. Henda avtala er partur av eini størri ætlan um at menna og stuðla útisetalívinum í Danmark.


‹ Aftur