Petur Mohr Niclasen nýggjur stjóri í Skyn
05-05-2017

Nevndin í Skyn hevur sett Petur Mohr Niclasen sum stjóra í meklarafyritøkuni, eftir at farið varð undir tilgongdina at seta nýggjan stjóra fyri nøkrum vikum síðani.

 

Petur Mohr Niclasen er 34 ára gamal og útbúgvin løgfrøðingur frá universitetinum í Keypmannahavn. Hann hevur seinastu 3 árini starvast sum løgfrøðingur hjá Skyn.

 

”Vit eru sera fegin um, at Petur Mohr Niclasen hevur játtað at taka við stjórastarvinum. Umframt fakligu førleikarnar hevur hann hollar royndir við keypi og sølu av fastari ogn á føroyska bústaðarmarknaðinum. Saman við dugnaligu starvsfólkunum í Skyn skal hann standa á odda fyri framhaldandi menningini av meklarafyritøkuni,” sigur Árni Ellefsen, nevndarformaður í Skyn.

 

Fyrsta uppgávan hjá nýggja stjóranum verður at seta tvey nýggj starvsfólk, sum skulu taka sær av sølu, sethúsametingum og fyrisitingarligum uppgávum. Størvini verða lýst leys í næstum.

 

”Eg eri errin og sera glaður um at hava fingið henda møguleika. Vit í Skyn ætla okkum at halda fram við at veita eina góða, sakliga og kappingarføra tænastu, har kundin er í miðdeplinum,”  sigur Petur Mohr Niclasen, stjóri í Skyn.

 

Skyn seldi í fjør 182 ognir, og nevnd og leiðsla felagsins hava bjartar vónir fyri framtíðina hjá Skyn.

Petur Mohr Niclasen, stjóri í Skyn


‹ Aftur