Hjálp, eg skal uttanlands at lesa
03-08-2017



Tað eru ivaleyst mong, ið fara uttanlands at lesa eftir summarfrítíðina. BankNordik hevur tí saman við Ó skipað fyri tiltakinum "Hjálp, eg skal uttanlands at lesa", sum verður í kvøld, 3. august, í høvuðssætinum, og fríggjakvøldið, 4. august, í Spaniastovu í Klaksvík. Á tiltakinum fært tú alt at vita um eitt nú NemId, CPR nr., studning, banka- og tryggingarviðurskifti og mangt annað.

Nógv spennandi verður á skránni. Studni, Føroya Ráðgevingin, Trygd og BankNordik fortelja um viðkomandi praktisk viðurskifti, meðan til tiltakið í Havn koma lesandi úr Keypmannahavn, Aalborg, Aarhus, Odense, Onglandi og Kina at greiða frá, hvussu tað er at lesa í hesum býum/londum. Í Klaksvík koma umboð fyri Aalborg og Keypmannahavn at greiða frá. Harumframt verður okkurt leskiligt til góman frá NO12, góðir tónar at hoyra og nógvir góðir vinningar at vinna. 


‹ Aftur