BankNordik-Open verður í vikuskiftinum
07-08-2017

Sunnudagin tann 13. august 2017 verður skipað fyri BankNordik-Open golfkapping á golfbreytini á Glyvursnesi.

 

Kappingin verður skipað sum ein einstaklingakapping, sum samstundis eisini er ein liðkapping. Spælt verður við fullum handikappi.

 

Tær neyvu reglurnar eru lýstar á heimasíðuni hjá Tórshavnar Golffelag – www.golf.fo.

BankNordik stuðlar kappingini við at lata øllum luttakarum eina eskju við BankNordik-bóltum. Harafturframt letur BankNordik trimum teimum bestu í einstaklinga-kappingini góðar vinningar.

 

Eisini verða vinningar latnir luttakarunum á vinnandi liðnum, umframt at aðrir smærri vinningar verða latnir eftir ávísum treytum í sjálvum spælinum.

 

Umboð fyri BankNordik letur vinnarunum vinningarnar eftir lokna kapping.

 

BankNordik ynskir við hesum at stuðla golfítróttini, sum fólk í øllum stigum á lívsleiðini kunnu luttaka í. Runt allan heimin er áhugin fyri golfítróttini sera skjótt vaksandi. Tey íðkandi ganga nógv, og mýkja samstundis so at siga alt likamið tá spælt verður.

 

Kappingin er fyri øll, sum hava eitt handikapp, sum er 54 ella lægri.

 

Tey, ið hava áhuga at luttaka, skulu senda eitt SMS til 290859 ella teldupost til: hph@lv.fo í seinasta lagi hóskvøldið tann 10. august kl. 20.00.

 

Luttøkugjaldið er kr. 100,00.

 

 

                   


‹ Aftur