Treytir fyri myndakort

Nakrar treytir viðvíkjandi myndatilfari o.ø. skulu haldast fyri at fáa myndakort frá BankNordik:
 
Búmerkið hjá BankNordik skal verða týðuliga sjónligt á kortinum. BankNordik tilskilar sær rættin til at avvísa umsóknir um myndakort, sæst búmerkið ikki nóg væl.
 
Myndaformatið skal vera jpeg, tiff ella png og støddin skal vera 1020 x 640 pixlar. Myndin má ikki fylla meira enn 3 MB.
 
Her eru nøkur nágreinilig dømi um myndir og tekst, ið ikki verða góðtikin:
 
  • Búmerki ella vørumerki hjá fyritøkum, ella tekstir og myndir, ið vísa til felagsskapir, vørumerki og ítróttarfeløg.
  • Slagorð, nøvn ella ímyndir, sum kunnu minna um fyritøkur.
  • Myndir, sum eru vardar av upphavsrætti.
  • Myndir av persónum krevja loyvi frá persóninum ella næsta avvarðandi. BanklNordik gongur út frá, at slíkt loyvi fyriliggur, men BankNordik kann til eina og hvørja tíð krevja at fáa skrivlig loyvi.
  • Figurar úr teknirøðum ella skemtitekningar.
  • Telefonnummur, teldupost- og heimasíðuadressur.
  • Pengaseðlar
  • Útsagnir ella ímyndir, ið eru rasisitiskar.
  • Myndir, ið kunnu órógva trygdarmerkið á kortinum
  • Átrúnaðarligar útsagnir, felagsskapir ella flokkar.
  • Politiskar útsagnir, ímyndir, ið eru rasistiskar.
  • Myndir av harðskapi ella vápnum.
  • Kynslig evni, bæði av listarligum og pornografiskum slagi.
  • Metalliskur bakgrundslitur
  • Olympisk búmerki og líknandi
  • Myndir, ið kunnu fáa myndakortið at líkjast einum samleikakorti.

 

BankNordik ger av, um tann innsenda myndin kann góðtakast og kann velja ikki at góðtaka myndir uttan at hava skyldu at grunda fyri avgerðini.  Roynir onkur at senda somu avvístu mynd inn fleiri ferðir, kann BankNordik syrgja fyri, at viðkomandi verður útihýstur frá skipanini. 

Set teg í samband við okkum og fá meira at vita
  • Ring á 330 330 ella