Trygdin í Netbankanum

Í BankNordik verður stórur dentur lagdur á trygdina í Netbankanum. Allar upplýsingar eru gjørdar ólesiligar (krypteraðar), so at eingin annar fær innlit í tær. Somuleiðis er skipanin uppbygd við loynitali og undirskriftarmerki, so onnur ikki skulu sleppa fram at tínum upplýsingum.
 
Loynitalið og undirskriftarmerkið eru í veruleikanum tín undirskrift, og tí mást tú ansa væl eftir teimum. Við at fylgja nøkrum einføldum leiðreglum kanst tú vera við til at verja tínar upplýsingar:

 

  • Nýt eitt anitivirusforrit, sum verður dagført sjálvvirkandi og altíð er virkið
  • Trygdardagføringar til telduna skulu altíð setast í verk
  • Nýt ein persónligan firewall á telduni
  • Far ikki inn á leinki og lat ikki viðfestar fílur upp, sum tú fært umvegis teldupost, um tú ikki veitst, hvør sendarin er
  • Kanna tínar kontur javnan. Set teg í samband við tín peningastovn beinanvegin, um okkurt ikki er rætt
  • Um tú hevur illgruna til møguligan virus á telduni eigur tú at bíða við at brúka Netbankan til trupulleikin er loystur
  • Ver altíð sera varin við at lata persónligar upplýsingar umvegis netið, t.d. í telduposti ella umvegis heimasíður. Tryggja tær altíð, at teldupostbústaðurin hjá móttakaranum er rættur, áðrenn tú sendir 
  • Tak bert niður forrit frá netinum, sum eru frá álítandi keldum og heimasíðum
  • Trygg loyniorð eru týdningarmiklasta verndin av tínum persónligu upplýsingum. Minst til at halda tey loynilig og at nýta loyniorð, ið eru torfør at gita. Nýt tí ikki føðingardag ella tílíkt sum loyniorð