Tryggingar til børn

Við Barnavanlukkutrygd er barn títt tryggjað, um tað verður fyri óhappi ella fær skaða. Harumframt er barn títt ábyrgdartryggjað, um tú velur Familjutrygd frá Trygd.
 

Barnavanlukkutrygd

Barnavanlukkutrygd veitir endurgjald, um barnið er fyri óhappi og fær varandi mein. Um barnið t.d. dettur og meiðslar seg á rulluskoytum ella á rennihjóli, ella um barnið fær tannskaða, hjálpir Barnavanlukkutrygd eisini. Barnavanlukkutrygd veitir fulnað upp til 1 millión krónur, alt eftir hvussu álvarsom støðan er. 
 

Familjutrygd

Við Familjutrygd er barn títt tryggjað, um tað er atvold til skaða á lutir hjá øðrum. Familjutrygd fevnir sostatt um ta ábyrgd, ið tú sum privatpersónur hevur.
 
Tryggingin rindar fyri mannskaðar, ið børn yngri enn 5 ár eru atvold til, um tann løgfrøðiliga ábyrgdin einans viðvíkur aldri ella seinu menningini hjá barninum. Á sama hátt verður goldið fyri skaða á lutir, í tann mun skaðin fer upp um kr. 1500.
 
Les meira um tryggingar frá Trygd.
 

Um uppihaldari doyr 

Vit bjóða lívstryggingar, sum lætta um – eisini hjá børnunum. Fleiri møguleikar eru at tryggja tey, ið sita eftir, um tú skuldi fallið frá.
 
  • Lívstrygging: útgoldið verður til tey avvarðandi, um tú doyrt.
  • Restskuldartrygging: verður nýtt at afturgjalda bústaðarlán, um tú doyrt.
 
Hesar tryggingar verða bodnar í samstarvi við Føroya Lívstrygging.