Váðamerking av íløgum

BankNordik hevur í samsvari við reglurnar hjá Fíggjareftirlitinum um váðamerking av íløgum skilt íløgurnar í grønar, gular og reyðar bólkar. Liturin vísir, hvussu stórur váðin verður mettur at vera.
 

Hvat kanst tú nýta váðamerking til?

Við váðamerking fært tú greið boð um váðan við at gera íløgur. Litirnir endurspegla váðan fyri tapi við íløguni, umframt hvussu lætt ella torført tað er at gjøgnumskoða íløguna og tær møguligu fylgjurnar. Tí ger ein váðamerking tað lættari at meta um váðan fyri tapi.
 
Vit gera tó vart við, at váðamerking ikki endurspeglar sannlíkindini fyri tapi, eins og váðamerking ikki kann koma í staðin fyri ráðgeving. Vit viðmæla tí ikki, at tú gert íløgur einans við støði í eini váðamerking.
 

Meir at vita um váðamerking

Fá nærri frágreiðing um váðamerking í skjalinum í høgra bredda.
 
Samband

Set teg í samband við Íløgudeildina

 

Ring til tín ráðgeva 

ella skriva til ilogur@banknordik.fo

Marknaðarviðmerking

Les dagligu metingarnar
hjá BankNordik av
fíggjarmarknaðunum.