Viðskiftatreytir
Viðskiftatreytir bankans innihalda tær høvuðsreglur, sum eru galdandi í samskiftinum millum teg og bankan. Viðskiftatreytirnar eru galdandi, um ikki annað er ásett í serstakari avtalu, sum eitt nú inn- ella útlánsavtalu, íløguavtalu ella gjaldsmiðlanaravtalu.
 
Tak niður galdandi viðskiftatreytir bankans í høgra bredda.
 

Viðskiftatreytirnar dagførdar 20. januar 2013

Dagføringarnar hava m.a. við sær, at BankNordik eftir 20. januar 2013 kann senda tær alt skrivligt samskifti elektroniskt umvegis Netbankan. T.d. verða brøv, ársuppgerð, gjaldsyvirlit og annað, ið verður sent elektroniskt, at finna í skjalagoymsluni í Netbankanum.

 

Um tú framvegis ynskir at fáa brøv og onnur bankaskjøl við vanligum posti, verður tú biðin um at boða okkum frá hesum.

  
Vegleiðing til skjalagoymsluna í Netbankanum

Soleiðis finnur tú skjalagoymsluna í Netbankanum, har m.a. kontuavrit, ársuppgerð, gjaldsyvirlit og annað er at finna:

-          Far inn á “kontur og gjaldingar”
-          Vel “skjalagoymsla”