Visa/Dankort

Visa/Dankortið kanst tú nýta í Føroyum, Danmark og Grønlandi á sama hátt sum Dankortið.

 

Nýt Visa/Dankort kring allan heim 

Harafturat er Visa/Dankortið eitt úttøku- og gjaldskort, sum kann nýtast í fleiri enn 22 mió. gjaldstøðum kring heimin. Kortið er ómakaleyst at brúka m.a. í handlum, sjálvtøkum, matstovum og á netinum. Upp í 2.000 kr. kunnu takast út um samdøgrið. Samlaða nýtslan kann vera upp í 25.000 kr. fyri hvørjar 30 dagar uttanlands og óavmarkað í danska ríkinum.

 

Umsókn um Visa/Dankort

Tú kanst søkja um at fáa Visa/Dankort við at útfylla umsóknarblaðið, ið liggur á høgra bredda og lata tað inn á einari av deildum bankans.
 

Mótmæli í sambandi við fjarkeyp

Sum korthaldari hevur tú í summum førum møguleika fyri at fáa eitt gjald flutt aftur, sum er goldið við Dankorti ella Visa/Dankorti, um keypið er framt á internetinum ella við post- og telefonordra.

 

  1. Møguleikar fyri at fáa eitt gjald flutt aftur, goldið við Dankorti
  1. Møguleikar fyri at fáa eitt gjald flutt aftur, goldið við Visa-partinum av Visa/Dankorti
  2. Tak niður oyðublað til mótmæli
Set teg í samband við okkum og fá meira at vita
  • Ring á 330 330 ella