BankNordik
Bilfígging frá BankNordik

3,45% kann væl vera
bíligari enn 2,95%*

 

Bilfígging snýr seg nevnliga um meira enn rentu

 

Tað kann vera dýrt at keypa og at eiga ein bil. Bæði fíggingin og nýtslan av bilinum fara at ávirka tína fíggjarstøðu í nógv ár framyvir. Tí er tað týdningarmikið bæði at velja rætta bilin og at velja bíligastu bilfíggingina.

 

Hvussu fært tú bíligastu bilfíggingina? Kanska hugsar tú, at jú lægri rentan er, jú bíligari er fíggingin. Men so einfalt er tað ikki. Tí rentan sigur einki um samlaða kostnaðin. ÁKP – ella árligi kostnaðurin í prosentum – fortelur tær, hvat tað í veruleikanum kostar tær at læna peningin. Í ÁKP eru allir kostnaðir íroknaðir, eitt nú stovningargjald, avgreiðslugjald og veðhavaralýsing.

 

Í BankNordik hava vit munandi lægri gjøld enn aðrir veitarar av bilfígging. Tí loysir tað seg altíð at tosa við okkum, tá tú skalt keypa bil. 

 

Tá tú savnar tíni fíggjarviðurskifti í BankNordik og gerst Nordik360-kundi, fært tú lagaligari rentur og nógvar ókeypis tænastur. Við Nordik360+ og PREMIUM kanst tú fáa bilfígging úr einans 3,45 %*. Bílegg fund og fá meira at vita um Nordik360 og allar fyrimunirnar.

 

 

* Bilfígging við útgjaldi á minst 20% av keypsprísinum og við skiftandi rentu. Lánsupphædd: 200.000 kr., afturgjaldstíð: 7 ár, effektiv renta: 3,50%, ÁKP: 4,73%, mánaðarligt gjald: 2.792 kr., samlað gjald: 234.514 kr. Tað er ein fyritreyt, at tú ert Nordik360+-kundi ella Nordik360PREMIUM-kundi.

Bílegg
fund
Set teg í samband við okkum, um tú ynskir at bíleggja fund um bilfígging. Fyll út oyðublaðið niðanfyri, so seta vit okkum í samband við teg skjótast gjørligt.

Info 
Eg ynski fund á deild *
Eg eri kundi í BankNordik: *
Navn *
Teldupostur *
Telefon *
Føðingardagur *
(t.d. 11-02-1974)
Viðmerkingar

* Skal fyllast út

ella ring 330 330