Búskaparliga gongdin og haldførið

Hósdagin 14. mars seta vit sjóneykuna á føroyska búskapin, tá ið Búskaparráðið, Bakkafrost og BankNordik fara at greiða frá gongdini í farna ári og meta um framtíðar útlitini.

Fyrst fer Johnny í Grótinum, limur í Búskaparráðnum, at leggja fram tilmælini hjá Búskaparráðnum. Aftaná fara Regin Jacobsen, forstjóri í Bakkafrosti, og Turið F. Arge, forstjóri í BankNordik, at greiða frá gongdini í 2023, og útlitinum fyri 2024, við støði í ávíkavist roknskapinum hjá Bakkafrost og BankNordik.

Tiltakið verður í høvuðssætinum hjá BankNordik, og øll eru hjartaliga vælkomin. Tekna teg á www.banknordik.fo/vinnutiltak í seinasta lagi mikudagin 13. mars.

Skrá
14.30 - 14.05 Vælkomin

14.05 – 14.35 Johnny í Grótinum, limur í Búskaparráðnum
• Útlitini fyri føroyska búskapin og haldføri

14.35 - 15.00 Turið F. Arge, forstjóri í BankNordik
• Gongdin í 2023 og útlit fyri 2024 við støði í roknskapinum

15.00 – 15.20 Steðgur – ábit og prát

15.20 – 16.00 Regin Jacobsen, forstjóri í Bakkafrost
• Gongdin í 2023 og útlit fyri 2024 við støði í roknskapinum


Øll eru vælkomin