Hjálp

Persónligt loynirorð til keyp á netinum

Tá ið tú nýtir gjaldskortið í einum nethandli, ið nýtir 3D Secure, verður tú biðin um at stovna tær eitt persónligt loyniorð og skráseta títt telefonnummar. 

Stovna loyniorðið her:nets.eu/3dsfo.

Tú skalt brúka Samleikan til at stovna loyniorðið, og tú verður biðin um at stovna eitt loyniorð fyri hvørt gjaldskort.

GG!
Til ber at hava sama loyniorð til fleiri kort.

 

Les meira um at keypa trygt á netinum her.

Netbankin
Kort

Soleiðis bíleggur tú eitt Visa/Dankort
Send eini boð til tín ráðgeva umvegis Netbankan fyri at bíleggja kort.

Sperra kort

Nýtsluhámørk

 

Virkja kort
Tú skalt brúka 0 + fýra tey síðstu tølini í tínum kundanummari sum virkjanarkotu.

Soleiðis finnur tú kundanummarið:

  • Far inn í Netbankan
  • Trýst á valmyndina (burgaramenuina) og vel "Brúkaraupplýsingar".
  • Undir tínum navni stendur títt kundanummar.

Virkja kortið:

  1. Ring +45 44 89 73 50
  2. Trýst kortnummarið, enda við #. Kortnummarið er tey 16 tølini, sum standa á forsíðuni á kortinum.
  3. Trýst kotuna fyri at gera kortið virkið, enda við #. Kotan er 0 + 4 tey síðstu tølini í tínum kundanummari, sum sæst í høgra teigi í Netbankanum og á kontuavritinum.

Eftir hetta fært tú boðini: ”Kortet er nu aktiveret”. Um tú ikki gert kortið virkið beinanvegin, verður tað sperrað. Minst til beinanvegin at undirskriva kortið á baksíðuni.

 

Soleiðis finnur tú tína pin-kotu

  • Far inn í Netbankan
  • Trýst á valmyndina (burgaramenuina) og vel "Míni kort".
  • Trýst á kortið og á "Vís pin-kotu"

 

Mótmæli í sambandi við fjarkeyp
Er títt kort vorðið misnýtt, hevur tú í summum førum møguleika fyri at fáa pengarnar fluttar aftur, um keypið er framt á internetinum ella við post- og telefonordra. Tak niður skjal at fylla út viðvíkjandi mótmæli her.

 

Góð ráð um kort

 

Nýggjur kundi

Sum kundi í BankNordik fært tú nógvar tænastur, ið gera tað lættari at greiða tíni fíggjarviðurskifti í gerandisdegnum, og tá ið størri fíggjarligar avgerðir skulu takast.

 

Soleiðis gert tú
Útfyll stovningarskjalið, sum tú finnur her, og lat tað inn á einari av deildum okkara saman við samleikaprógvi. Tú kanst eisini útfylla formulin her, og so seta vit okkum í samband við teg.

 

Blív kundi
Bankaorð

Tú kemur helst av og á í samband við bankaorð, sum tú ikki heilt skilir. Vit hava tí gjørt ein orðalista við bankaorðum, so tú lættari kanst skilja tíni fíggjarviðurskifti.


Finn bankaorð

Ofta settir spurningar
Her finnur tú ein lista við ofta settum spurningum.
Prísir og treytir
Her finnur tú galdandi rentur, tænastugjøld og viðskiftatreytir hjá bankanum. 
Ymisk skjøl
Samband

Ring til okkara á 330 330

Send okkum teldubræv á kundi@banknordik.fo


Her finnur tú okkara deildir.

Finn starvsfólk

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv