Ungdómskonsert við FRUM, HEIÐRIK og Marius

Ungdómsbankin bjóðar til ókeypis konsert við FRUM, HEIÐRIK og Marius fríggjakvøldið 23. februar kl. 20.

Ungdómsbankin er til tín millum 18-28 ár.
 

Konsertin verður hildin undir kuplinum í BankNordik í Havn, soleiðis at ljóðupplivingin verður einastandandi góð og heldur annarleiðis, enn ein er vanur við. Eisini verður nógv gjørt burturúr ljóssetingini.

Vit bjóða sjálvandi eisini okkurt leskiligt. 



Fríggjakvøldið 23. februar kl. 20
Hvar: BankNordik í Havn, Oknarvegur 5