Hjálp
Netbankin
Kort
Soleiðis bíleggur tú eitt Visa/Dankort
Send eini boð til tín ráðgeva umvegis Netbankan fyri at bíleggja kort.
Virkja kort
Tú skalt brúka 0 + fýra tey síðstu tølini í tínum kundanummari sum virkjanarkotu.
Soleiðis finnur tú kundanummarið:
- Far inn í Netbankan
- Trýst á valmyndina (burgaramenuina) og vel "Brúkaraupplýsingar".
- Undir tínum navni stendur títt kundanummar.
Virkja kortið:
- Ring +45 44 89 73 50
- Trýst kortnummarið, enda við #. Kortnummarið er tey 16 tølini, sum standa á forsíðuni á kortinum.
- Trýst kotuna fyri at gera kortið virkið, enda við #. Kotan er 0 + 4 tey síðstu tølini í tínum kundanummari, sum sæst í høgra teigi í Netbankanum og á kontuavritinum.
Eftir hetta fært tú boðini: ”Kortet er nu aktiveret”. Um tú ikki gert kortið virkið beinanvegin, verður tað sperrað. Minst til beinanvegin at undirskriva kortið á baksíðuni.
Soleiðis finnur tú tína pin-kotu
- Far inn í Netbankan
- Trýst á valmyndina (burgaramenuina) og vel "Míni kort".
- Trýst á kortið og á "Vís pin-kotu"
Mótmæli í sambandi við fjarkeyp
Er títt kort vorðið misnýtt, hevur tú í summum førum møguleika fyri at fáa pengarnar fluttar aftur, um keypið er framt á internetinum ella við post- og telefonordra. Tak niður skjal at fylla út viðvíkjandi mótmæli her.
Nýggjur kundi
Sum kundi í BankNordik fært tú nógvar tænastur, ið gera tað lættari at greiða tíni fíggjarviðurskifti í gerandisdegnum, og tá ið størri fíggjarligar avgerðir skulu takast.
Soleiðis gert tú
Útfyll stovningarskjalið, sum tú finnur her, og lat tað inn á einari av deildum okkara saman við samleikaprógvi. Tú kanst eisini útfylla formulin her, og so seta vit okkum í samband við teg.
Bankaorð
Ofta settir spurningar
Prísir og treytir
Ymisk skjøl
Her finnur tú skjøl innan