Bankaorð

Tú kemur helst av og á í samband við bankaorð, sum ikki verða brúkt í gerandismálinum, og sum tú kanska heldur ikki skilur til fulnar. Við orðalistanum niðanfyri vilja vit gera tað lættari hjá tær at skilja bankaorðini og harvið eisini tíni fíggjarviðurskifti.

ÁKP
ÁKP stendur fyri árligi kostnaðurin í prosentum. Í ÁKP eru allir kostnaðir íroknaðir, sum til dømis stovningargjald, avgreiðslugjald, tinglýsing og veðhavaralýsing. Tað er ÁKP, ið fortelur tær, hvat tað í veruleikanum kostar tær at læna peningin.

Um tú hyggur eftir ÁKP, kanst tú samanbera lán frá ymiskum veitarum og sostatt finna bíligastu fíggingina.
Annuitetslán

Ein sethúsafígging verður antin veitt sum eitt annuitetslán ella sum eitt seriulán. Við annuitetsláni hevur tú eins stór mánaðarlig lánsgjøld øll árini. Í byrjanini av lánstíðarskeiðnum vigar rentan meira enn avdrátturin í samlaða lánsgjaldinum, meðan avdrátturin vigar meira, tá lánstíðarskeiðið nærkast endanum.

Avdráttur

Ein avdráttur er ein partur av samlaða lánsgjaldinum. Eitt lán verður rindað aftur í pørtum, t.e. avdráttum.

Avkast

Tá tú gert íløgur í virðisbrøv, fært tú ikki rentur, men eitt avkast. Avkastið er samansett av møguligum kursvinningi, vinningsbýti og rentum. Í mun til innistandandi í bankanum kunnu íløgur í virðisbrøv eisini enda við einum tapi.

Avskriving

Minking í virði.

Avtaluinnlán

Eitt avtaluinnlán er ein upphædd, sum er bundin í eitt ávíst tíðarskeið við eini rentu, sum serstøk avtala er gjørd um.

Bankadagur

Ein bankadagur er ein dagur, har bankin hevur opið. Skalt tú flyta pening til aðrar peningastovnar ella útlendskar kontur, kann tað koma fyri, at tað tekur 1-2 bankadagar, áðrenn peningurin er á kontu hjá móttakara.

BIC-kota

Ein BIC-kota kann nýtast í sambandi við uttanlandsflyting og stendur fyri ‘Bank Identifier Code’. BIC-loyniorðið eyðmerkir bankan og er altíð millum 8 og 11 stavir. BIC-kotan er tað sama sum SWIFT (Society for Worldwide Interbank Financial Telecommunication)

BIC-kotuna hjá BankNordik sært tú niðast á heimasíðuni.

Brutto/netto
  • Brutto er í stuttum, tá einki er frátikið, tvs. tá alt er íroknað.
  • Netto er, tá útreiðslur er drignar frá.
  • Í mun til løn svarar bruttoløn til upphæddina, áðrenn skattur er goldin, meðan nettolønin er tann upphædd, sum verður útgoldin á tína konto.
CIBOR

CIBOR er stytting fyri Copenhagen Inter Bank Offered Rate. CIBOR er ein sonevnd tilvísingarrenta, sum verður ásett hvønn dag av 7 stórum bankum í Danmark. CIBOR er sostatt útlánsrentan á marknaðinum, har bankar læna hvør øðrum pening.

Dekort

Dekort er eitt heiti fyri tann kostnað, sum verður tikin fyri útgjald av eini bundnari kontu í ótíð. Dekort er vanliga ein prosentpartur av upphæddini, ið verður tikin út.

FI-kort

Eitt FI-kort er eitt inngjaldskort. FI stendur fyri "Felags inngjaldskort" og er felags fyri peningastovnarnar. FI-kortið kann samanberast við eitt girokort og kann somuleiðis gjaldast í peningastovni, netbanka og posthúsi. Les meira.

Hvítvasking

Hvítvasking av peningi kann vera alt, sum hevur til endamáls at fjala ólógliga upprunan av einari peningaupphædd, soleiðis at hon kann tykjast at vera útvegað á lógligan hátt.

Herdar reglur krevja, at peningastovnar hava samleikaprógv hjá øllum kundum, og at nýggir kundar undirskriva stovningarskjal.

IBAN-nummar

IBAN er stytting fyri "International Bank Account Number". IBAN verður nýtt, tá tú skalt senda ella móttaka pengar úr útlondum. IBAN-nummar verður nýtt saman við BIC-loyniorðinum hjá bankanum.

Tú sært títt IBAN-nummar í Netbankanum undir kontutreytir.

Kassakredittur

Ein kassakredittur er eitt smidligt slag av láni, sum t.d. kann vera knýtt at eini lønarkontu ella fíggjarkontu. Hevur tú eitt nú ein kassakreditt upp á 25.000 kr., ber til at brúka upp til 25.000 kr. – men tú rindar bert rentur av upphæddini, sum tú hevur brúkt, umframt møguliga eitt gjald, provisión, av mest loyvdu upphædd.

Mótmæli

Tá vit í bankahøpi tosa um mótmæli, snýr tað seg um mótmæli viðvíkjandi nýtslu á gjaldskortinum. Tað kann t.d. vera, at peningur er tikin út ella brúktur, sum tú einki veitst um ella ikki kanst góðkenna.

Í fyrsta lagi skalt tú sjálv/ur royna at loysa trupulleikan saman við handlinum, har tú hevur brúkt kortið. Um tit ikki finna eina semju áðrenn í mesta lagi tvær vikur eru farnar, skalt tú mótmæla. Tað gert tú við at fylla út eitt oyðublað, har tú nágreiniliga greiðir frá orsøkini til mótmælið, og hvørjar upphæddir talan er um.

Oyðublaðið finnur tú her.

Nándkort

Eitt nándkort er eitt gjaldskort, sum tú kanst rinda við uttan at seta kortið í kortterminalin. Kortið verður eisini rópt "kontaktleyst". Øll Dankort, Visa/Dankort og MasterCard, sum eru úflýggjað eftir 1. september 2015, hava eina innbygda “nándfunku”, ið ger tað møguligt at rinda fyri keyp uttan at seta kortið í kortterminalin.

Tú skalt bert halda kortinum at terminalinum, tá tú rindar. Tað er ikki neyðugt at brúka pinkotu, um keypsupphæddin er undir 350 kr. á Visa/Dankorti og 200 kr. á øðrum kortum. Øll keyp omanfyri 350/200 kr. skulu góðkennast við pinkotu.

Les meira um nándkort her.

Niðurgjalding

Niðurgjalding vísir til tað gjaldið, ið tú rindar inn á eitt lán, so skuldin gerst minni.

Ognarveðbræv

Eitt ognarveðbræv er eitt veðbræv, sum eigarin útskrivar til sín sjálvs. Hetta merkir, at eigarin bæði stendur sum veðhavari og veðsetari. Ognarveðbrøv kunnu nýtast sum trygd í sambandi við t.d. lán og kredittir. Hetta verður gjørt við at t.d. bankin fær veð í ognarveðbrævinum.

Remburs

Rembursur (el. bankatrygd) er ein altjóða góðkendur og ógvuliga tryggur gjaldsháttur, sum verður nýttur í sambandi við altjóða handil. Tá rembursur verður nýttur, veitir bankin hjá keypara trygd fyri gjaldið til seljara, tá treytirnar fyri rembursinum eru loknar. Tað er keypari, ið skal biðja sín banka um at stilla remburs seljara til góðar.

Ein rembursur virkar bæði sum ein trygd og sum ein gjaldsháttur. Rembursurin kann stillast sum ein at sight-rembursur, ið merkir, at seljari fær gjaldið, tá rætta skjalprógv verður lagt fram í bankanum hjá keypara, ella við útsettum gjaldi, har goldið verður t.d. 90 dagar eftir avskipan treytað av, hvat er avtalað millum keypara og seljara.

Ein rembursur verður ofta nýttur í handlum, har seljari og keypari ikki kenna hvønn annan serliga væl, og seljari tí ynskir eina trygd fyri gjaldinum, áðrenn vøran verður send til keypara.

Tosað verður bæði um innflutningsremburs og útflutningsremburs. Talan er tó ikki um tvey ymisk sløg av rembursum. Munurin er bert, um rembursurin verður skoðaður frá keyparans ella seljarans síðu.

Seriulán

Ein sethúsafígging verður antin veitt sum eitt seriulán ella sum eitt annuitetslán. Við seriuláni verður ein fastur avdráttur goldin alt lánstíðarskeiðið, men rentuparturin lækkar á hvørjum ári, so hvørt sum restskuldin minkar.

Skái

Tá tosað verður um skáa í bankahøpi, verður víst til eitt tíðarskeið, har vanliga lánsgjaldið fær ein steðg. Vit skilja ímillum avdráttarskáa og gjaldskáa.

Gjaldskái: Avtala verður gjørd við peningastovnin um at sleppa undan at rinda bæði rentu og avdrátt á láninum í eitt ávíst tíðarskeið.

Avdráttarskái: Avtala verður gjørd við peningastovnin um bert at rinda rentur og ikki avdrátt av láninum í eitt ávíst tíðarskeið.

Munurin ímillum hesi bæði heitini er, at við gjaldskáa verður einki goldið á lánið eitt ávíst tíðarskeið, meðan bert rentan verður goldin við avdráttarskáa í eitt ávíst tíðarskeið.

Skuldarlutfall

Skuldarlutfallið er lutfallið millum samlaðu skuldina og inntøkuna hjá tær/húskinum áðrenn skatt.

Tilskilan

Tá talan er um pensjón ella lívstryggingar ber til at tilskila einum næsta/avvarðandi rættindini til at arva tína pensjón ella lívstrygging, um tú doyrt.

Tiltøkupeningur

Tiltøkupeningur er tann upphædd, sum tú hevur til taks, eftir at allar fastar útreiðslur eru goldnar. Fastar útreiðslur eru t.d. húsaleiga, el-rokning, gjald fyri barnaansing, viðlíkahald av bili og bústaði, telefon o.s.fr.

Tøk inntøka

Tøka inntøkan er tann inntøka, sum tú hevur, eftir at skattur er goldin.