Hjálp til kortið

Her fært tú hjálp, tá tú skalt bíleggja, virkja ella sperra gjaldskortið.
 

Soleiðis bíleggur tú kort

Send eini boð til tín ráðgeva umvegis Netbankan fyri at bíleggja kort.
Tað tekur vanliga 2-3 vikur, til tú fært nýggja kortið.

Tú kanst síggja tína pin-kotu inni í Netbankanum.

To unge, der betaler med masterkort

Spurningar og svar um kort

Les meira

Sperra, virkja, bílegg

Sperra kort

Sperra kortið beinleiðis inni í Netbankanum.

Hevur tú ikki Netbanka, kanst tú eisini sperra kortið í vanligari avgreiðslutíð við at ringja til Kundatænastuna á telefon 330 330. Uttan fyri vanliga avgreiðslutíð kanst tú boða frá hjá Nets í Danmark.

Sperra Dankort og VISA/Dankort
Ring á tlf. +45 44 89 29 29

Sperra Mastercard
Ring á tlf. +45 44 89 27 50

Minst til at upplýsa
Tá tú boðar Nets frá, skalt tú upplýsa:

  • Navn
  • Bústað
  • Kort- ella kontunummar

Kortið verður síðan sperrað og kann ikki nýtast ella misnýtast. 

Er kortið misnýtt, kanst tú senda inn mótmæli og vónandi fáa pengarnar aftur. 


Virkja kort

Tá tú skalt virkja títt gjaldskort, skalt tú brúka 0 + fýra tey síðstu tølini í tínum kundanummari sum virkjanarkotu. Kundanummarið sært tú í høgra bredda í Netbankanum (á telduni) undir ”Kundanummar hjá avtalueigara”. í Netbankanum sum app sært tú kundanummarið undir ”Uppseting”. Kundanummarið sæst eisini á tínum kontuavritum.

Tú virkjar kortið umvegis telefonina:

  1. Ring til Nets á telefon 0045 44897350
  2. Trýst kortnummarið, enda við #. Kortnummarið er tey 16 tølini, sum standa á forsíðuni á kortinum.
  3. Trýst kotuna fyri at gera kortið virkið, enda við #. Kotan er 0 + 4 tey síðstu tølini í tínum kundanummari, sum sæst í høgra teigi í Netbankanum og á kontuavritinum.

Eftir hetta fært tú boðini: ”Kortet er nu aktiveret”. Um tú ikki gert kortið virkið beinanvegin, verður tað sperrað. Minst til beinanvegin at undirskriva kortið á baksíðuni.

Nándgjald
Fyrstu ferð tú setur kortið í gjaldsterminalin og trýstir tína PIN-kotu, verður nándfunkan á kortinum virkin. Eftir hetta kann kortið brúkast til at rinda upp til 350 kr. uttan at seta kortið í terminalin.

PIN-kota
Um tú hevur eina felags PIN-kotu til tíni kort, skalt tú brúka hana til hetta kortið. Annars fært tú eina nýggja PIN-kotu við postinum. Tú sært tína pin-kotu inni í Netbankanum.


Bílegg kort

Send eini boð til tín ráðgeva umvegis Netbankan fyri at bíleggja kort.
Tað tekur vanliga 2-3 vikur, til tú fært nýggja kortið.

Ásetingar

Tryggingar

Misnýtsla

Oyðublað til mótmæli um misnýtslu kann takast niður her.

Ofta settir spurningar um

Gjaldskort

Ofta settir spurningar

Nær fái eg kortið, sum eg havi bílagt?

Tá tú hevur bílagt eitt kort, kunnu uml. tvær vikur ganga, til tú fært nýggja kortið.

Hvussu sperri eg mítt kort?

Sperra kortið beinleiðis í Netbankanum.

 

Hevur tú ikki Netbanka, skalt tú seta teg í samband við Kundatænastuna ella tína deild fyri at sperra kortið.


Uttan fyri upplatingartíðir bankans kanst tú ringja til Nets
Ring +45 44 89 29 29, tá Dankort, Visa/Dankort og úttakingarkort skulu sperrast.
Ring +45 44 89 27 50, tá MasterCard og MasterCard Debit skulu sperrast

Tá tú ringir til Nets, skalt tú upplýsa
Navn
Bústað
Peningastovn
Kortnummar ella kontunummar

Kortið verður sperrað og kann ikki brúkast.

Hvat skal eg gera, um mítt kort er horvið ella vorðið misnýtt?

Um títt kort er horvið ella vorðið misnýtt, skalt tú alt fyri eitt sperra kortið í Netbankanum.

Hvussu nógvan pening kann eg brúka við mínum korti uttanlands?

Tá tú brúkar títt kort uttanlands, kunnu ymiskar avmarkingar vera á upphæddum, og harafturat kunnu gjøld verða áløgd.

Visa/Dankort
Tú kanst taka í mesta lagi 2.000 kr. út um samdøgrið. Um tú rindar við kortinum í handlum, kanst tú brúka meira. Tú kanst tó í mesta lagi brúka samanlagt 25.000 kr. pr. leypandi 14 dagar, tvs. íroknað bæði úttøku í sjálvtøkum og keyp. Keyp í Føroyum, Danmark og Grønlandi: óavmarkað

MasterCard Standard
Pening í hondina úr sjálvtøkum: 3.000 kr. um samdøgrið.
Pening í hondina úr sjálvtøkum: 15.000 kr. fyri hvørjar 30 dagar
Gjald fyri at taka út í sjálvtøkum: 2 %, tó í minsta lagi 50 kr.
Hægsta mark fyri nýtslu (bæði keyp í handlum og úttøka úr sjálvtøkum): 30.000 kr. pr. leypandi 30 dagar.

MasterCard Gold
Pening í hondina úr sjálvtøkum: 6.000 kr. um samdøgrið.
Pening í hondina úr sjálvtøkum: 30.000 kr. fyri hvørjar 30 dagar
Gjald fyri at taka út í sjálvtøkum: 2 %, tó í minsta lagi 50 kr.
Hægsta mark fyri nýtslu (bæði keyp í handlum og úttøka úr sjálvtøkum): 50.000 kr. pr. leypandi 30 dagar.

MasterCard Platinum

Pening í hondina úr sjálvtøkum: 10.000 kr. um samdøgrið. 
Pening í hondina úr sjálvtøkum: 50.000 kr. fyri hvørjar 30 dagar
Gjald fyri at taka út í sjálvtøkum: 2 %, tó í minsta lagi 50 kr.
Hægsta mark fyri nýtslu (bæði keyp í handlum og úttøka úr sjálvtøkum): 250.000 kr. pr. leypandi 30 dagar.


MasterCard Debit Standard

Pening í hondina úr sjálvtøkum: 10.000 kr. um samdøgrið.
Pening í hondina úr sjálvtøkum: 30.000 kr. fyri hvørjar 30 dagar.
Gjald fyri at taka út í sjálvtøkum: 0,50 kr. - 5 kr. alt eftir, hvør sjálvtøka verður brúkt, sí prísbók
Hægsta mark fyri nýtslu (bæði keyp í handlum og úttøka úr sjálvtøkum): 30.000 kr. pr. leypandi 30 dagar.

Nær verður nýtslan á mínum Mastercard gjørd upp?

Um tú hevur eitt Mastercard, har saldan verður gjørd upp hvønn mánað, verður mánaðarliga gjaldið roknað eftir upphæddini, sum stendur á kontuni umleið tann 20. ella 21. í mánaðinum. Upphæddin verður goldin tann fyrsta bankadagin í mánaðinum eftir.

Dømi: Um tú í januar hevur brúkt 1.500 kr. tann 10., 300 kr. tann 13. og 1.000 kr. tann 27., skalt tú gjalda 1.800 kr. tann fyrsta bankadagin í februar. Tær 1.000 kr., sum tú brúkti tann 27., verða roknaðar við í gjaldinum fyri mars.

Hvar síggi eg eitt yvirlit yvir míni kort?

Tú sært eitt yvirlit yvir tíni kort í Netbankanum.
Innrita í Netbankan – trýst á Valmynd - trýst á Míni kort.

Hvat skal eg gera fyri at kunna taka nýggja kortið í nýtslu?

Kortið skal virkjast, áðrenn tað kann nýtast. Tú fært eitt bræv við kortinum, og har verður greitt frá, hvussu kortið skal virkjast. Les um, hvussu tú virkjar kortið her.

Tú sært tína pin-kotu í Netbankanum.

Hvat skal eg gera, um mítt kort ikki riggar?

Set teg í samband við okkum, um kortið ikki riggar.

Hvussu fái eg eitt felags loyniorð?

Um tú ynskir at fáa felags loyniorð, kanst tú seta teg í samband við okkum.

Hvussu bíleggi eg eitt kort?

Set teg í samband við tín ráðgeva umvegis Netbankan. Tað tekur vanliga 2-3 vikur, til tú fært nýggja kortið.

Hvat skal eg gera, tá mítt kort gongur út?

Tú skalt einki gera. Eitt nýtt kort verður sjálvvirkandi sent til tín.

Hvat er eitt felags loyniorð?

Við felags loyniorði ber til at hava sama loynital til hesi kort:

  • Dankort
  • Visa/Dankort
  • Visa Electron
  • MasterCard Kredit
  • MasterCard Debit
Hvussu nógv kann eg brúka við mínum kredittkorti?

Her ber til at lesa meira um ymisku sløgini av kredittkortum umframt mørkini fyri mánaðarliga nýtslu.

Hvat skal eg gera, um eg havi gloymt mítt loynital?

Tú sært tína pin-kotu í Netbankanum.

 

Far undir Valmynd og trýst á Míni kort.

Hvussu endurbíleggi eg eitt kort?

Tær nýtist ikki at endurbíleggja eitt kort. Vit senda tær nýtt kort, áðrenn gamla kortið gongur út.

Hvussu nógvan pening kann eg brúka við mínum korti í Føroyum?

Tað veldst um, hvat slag av korti tú hevur. Upplýsingar um mørk fyri nýtslu síggjast her.

Meir um evnið

Mastercard

Visa/Dankort

To unge mennesker betaler med kort i en café

Góð ráð um kort

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv