Boðtænastan

Hvussu ofta kann eg fáa boð umvegis Boðtænastuna?

Tú velur sjálv/ur, hvussu ofta tú ynskir at fáa boð umvegis Boðtænastuna. Tú kanst t.d. velja at fáa boð hvønn dag ella eina ferð um mánaðin.

Hvussu tekni eg meg til Boðtænastuna?

Tú teknar teg til Boðtænastuna í Netbankanum ella við at seta teg í samband við okkum. Um tú enn ikki hevur stovnað Netbanka, kanst tú bíleggja Netbankan her. Tað er tó ikki ein treyt, at tú skalt hava Netbanka fyri at tekna teg til Boðtænastuna.

Hvat er Boðtænastan?

Boðtænastan er ein tænasta, sum kann geva tær boð umvegis sms ella teldupost, tá broytingar eru á kontu tíni. Tað kann t.d. vera, tá lønin kemur á kontu, ella tá inn- og útgjøld omanfyri eina ávísa upphædd eru.

Hvørji boð kann eg fáa umvegis Boðtænastuna?

Tú velur sjálv/ur, hvørjar upplýsingar tú fært umvegis Boðtænastuna. Tað kann t.d. vera, um peningur verður inngoldin á tína kontu, ella um saldan fer undir ávísa upphædd. Tú velur, hvørjar upplýsingar tú ynskir, tá tú teknar teg til Boðtænastuna.

Hvussu fái eg boð við Boðtænastuni?

Í Netbankanum kanst tú velja, um tú ynskir at fáa boð umvegis sms ella teldubræv.

Kann eg frámelda Boðtænastuna, um eg vil?

Tú kanst altíð frámelda Boðtænastuna, um tú ynskir tað.

Hvør er kostnaðurin fyri at brúka Boðtænastuna?

Sí galdandi prísir í prísbók okkara. 

Tosa  við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv