Deildir uttan kassaavgreiðslu

Hvussu gjaldi eg rokningar?

Tú kanst lata girokortið inn til gjaldingar á deildini. Girokortið verður goldið, og upphæddin verður tikin av kontu tíni.

Netbankin

Tað er ómakaleyst at avgreiða flytingar og gjaldingar av girokortum við Netbankanum. Les meira her ella set teg í samband við okkum. Vit vegleiða fegin, tá Netbankin skal stovnast.

  • Fá meira at vita um sjálvgreiðslutænastur okkara, ið gera tað lætt hjá tær at halda skil á tínum fíggjarviðurskiftum.
Hvussu kann eg tøma sparibússuna, tá eingin kassaavgreiðsla er á deildini?

Tað ber framvegis til at koma inn á deildina og tøma sparibússuna.

Hvat vil tað siga, at eingin kassaavgreiðsla er á deildini?

Tá ein bankadeild onga kassaavgreiðslu hevur, merkir tað, at tað ikki ber til at taka út ella seta inn pening, rinda inngjaldskort ella loysa út kekkar við kassan. Kortini hevur tú framvegis niðanfyri nevndu møguleikar á deildum, ið onga kassaavgreiðslu hava.

Tú kanst:

  • lata inn girokort til gjaldingar – upphæddin verður tikin av kontu tíni
  • tøma sparibússu
  • fáa myntir upptaldar og bókførdar á kontu tína
  • bíleggja gjaldoyra til heintingar á deildini. Les um bílegging av gjaldoyra her
  • taka út reiðan pening í sjálvtøkuni – kortslag og tíð á degi gera av, hvussu nógv tú kanst taka út. Les um nýtsluhámørk her

Ráðgevingin óbroytt

Deildir uttan kassaavgreiðslu veita tó framvegis somu hollu ráðgeving.

Hvussu taki eg pening út?

Tá eingin kassaavgreiðsla er á deildini, kanst tú brúka sjálvtøkuna, tá tú hevur tørv á reiðum peningi. Hvussu nógv tú kanst taka út, veldst um slagið av úttøkukorti og tíð á degnum.

  • Les meira um ymisku kortini, ið vit bjóða
  • Set teg í samband við okkum á 330 330 ella kundi@banknordik.fo, um tú vilt hava meira at vita.
Kann eg ikki koma í bankan, tá eingin kassaavgreiðsla er?

Jú. Sjálvt um eingin kassaavgreiðsla er, er alt annað virksemið á deildini framvegis hitt sama. Tað ber sostatt framvegis til at fáa somu hollu ráðgeving sum áður.
Hóast eingin kassaavgreiðsla er, kanst tú framvegis brúka deildina til at:

  • lata inn girokort til gjaldingar – upphæddin verður tikin av kontu tíni

  • tøma sparibússu

  • fáa myntir upptaldar og bókførdar á kontu tína

  • bíleggja gjaldoyra til heintingar á deildini

  • taka út reiðan pening í sjálvtøkuni – kortslag og tíð á degi gera av, hvussu nógv tú kanst taka út.

Hvussu geri eg, um eg havi tørv á fremmandum gjaldoyra?

Á heimasíðu okkara kanst tú bíleggja gjaldoyra til heintingar á tíni deild.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv