Gjaldskort

Ofta settir spurningar

Nær fái eg kortið, sum eg havi bílagt?

Tá tú hevur bílagt eitt kort, kunnu uml. tvær vikur ganga, til tú fært nýggja kortið.

Hvussu sperri eg mítt kort?

Sperra kortið beinleiðis í Netbankanum.

 

Hevur tú ikki Netbanka, skalt tú seta teg í samband við Kundatænastuna ella tína deild fyri at sperra kortið.


Uttan fyri upplatingartíðir bankans kanst tú ringja til Nets
Ring +45 44 89 29 29, tá Dankort, Visa/Dankort og úttakingarkort skulu sperrast.
Ring +45 44 89 27 50, tá MasterCard og MasterCard Debit skulu sperrast

Tá tú ringir til Nets, skalt tú upplýsa
Navn
Bústað
Peningastovn
Kortnummar ella kontunummar

Kortið verður sperrað og kann ikki brúkast.

Hvat skal eg gera, um mítt kort er horvið ella vorðið misnýtt?

Um títt kort er horvið ella vorðið misnýtt, skalt tú alt fyri eitt sperra kortið í Netbankanum.

Hvussu nógvan pening kann eg brúka við mínum korti uttanlands?

Tá tú brúkar títt kort uttanlands, kunnu ymiskar avmarkingar vera á upphæddum, og harafturat kunnu gjøld verða áløgd.

Visa/Dankort
Tú kanst taka í mesta lagi 2.000 kr. út um samdøgrið. Um tú rindar við kortinum í handlum, kanst tú brúka meira. Tú kanst tó í mesta lagi brúka samanlagt 25.000 kr. pr. leypandi 14 dagar, tvs. íroknað bæði úttøku í sjálvtøkum og keyp. Keyp í Føroyum, Danmark og Grønlandi: óavmarkað

MasterCard Standard
Pening í hondina úr sjálvtøkum: 3.000 kr. um samdøgrið.
Pening í hondina úr sjálvtøkum: 15.000 kr. fyri hvørjar 30 dagar
Gjald fyri at taka út í sjálvtøkum: 2 %, tó í minsta lagi 50 kr.
Hægsta mark fyri nýtslu (bæði keyp í handlum og úttøka úr sjálvtøkum): 30.000 kr. pr. leypandi 30 dagar.

MasterCard Gold
Pening í hondina úr sjálvtøkum: 6.000 kr. um samdøgrið.
Pening í hondina úr sjálvtøkum: 30.000 kr. fyri hvørjar 30 dagar
Gjald fyri at taka út í sjálvtøkum: 2 %, tó í minsta lagi 50 kr.
Hægsta mark fyri nýtslu (bæði keyp í handlum og úttøka úr sjálvtøkum): 50.000 kr. pr. leypandi 30 dagar.

MasterCard Platinum

Pening í hondina úr sjálvtøkum: 10.000 kr. um samdøgrið. 
Pening í hondina úr sjálvtøkum: 50.000 kr. fyri hvørjar 30 dagar
Gjald fyri at taka út í sjálvtøkum: 2 %, tó í minsta lagi 50 kr.
Hægsta mark fyri nýtslu (bæði keyp í handlum og úttøka úr sjálvtøkum): 250.000 kr. pr. leypandi 30 dagar.


MasterCard Debit Standard

Pening í hondina úr sjálvtøkum: 10.000 kr. um samdøgrið.
Pening í hondina úr sjálvtøkum: 30.000 kr. fyri hvørjar 30 dagar.
Gjald fyri at taka út í sjálvtøkum: 0,50 kr. - 5 kr. alt eftir, hvør sjálvtøka verður brúkt, sí prísbók
Hægsta mark fyri nýtslu (bæði keyp í handlum og úttøka úr sjálvtøkum): 30.000 kr. pr. leypandi 30 dagar.

Nær verður nýtslan á mínum Mastercard gjørd upp?

Um tú hevur eitt Mastercard, har saldan verður gjørd upp hvønn mánað, verður mánaðarliga gjaldið roknað eftir upphæddini, sum stendur á kontuni umleið tann 20. ella 21. í mánaðinum. Upphæddin verður goldin tann fyrsta bankadagin í mánaðinum eftir.

Dømi: Um tú í januar hevur brúkt 1.500 kr. tann 10., 300 kr. tann 13. og 1.000 kr. tann 27., skalt tú gjalda 1.800 kr. tann fyrsta bankadagin í februar. Tær 1.000 kr., sum tú brúkti tann 27., verða roknaðar við í gjaldinum fyri mars.

Hvar síggi eg eitt yvirlit yvir míni kort?

Tú sært eitt yvirlit yvir tíni kort í Netbankanum.
Innrita í Netbankan – trýst á Valmynd - trýst á Míni kort.

Hvat skal eg gera fyri at kunna taka nýggja kortið í nýtslu?

Kortið skal virkjast, áðrenn tað kann nýtast. Tú fært eitt bræv við kortinum, og har verður greitt frá, hvussu kortið skal virkjast. Les um, hvussu tú virkjar kortið her.

Tú sært tína pin-kotu í Netbankanum.

Hvat skal eg gera, um mítt kort ikki riggar?

Set teg í samband við okkum, um kortið ikki riggar.

Hvussu fái eg eitt felags loyniorð?

Um tú ynskir at fáa felags loyniorð, kanst tú seta teg í samband við okkum.

Hvussu bíleggi eg eitt kort?

Set teg í samband við tín ráðgeva umvegis Netbankan. Tað tekur vanliga 2-3 vikur, til tú fært nýggja kortið.

Hvat skal eg gera, tá mítt kort gongur út?

Tú skalt einki gera. Eitt nýtt kort verður sjálvvirkandi sent til tín.

Hvat er eitt felags loyniorð?

Við felags loyniorði ber til at hava sama loynital til hesi kort:

  • Dankort
  • Visa/Dankort
  • Visa Electron
  • MasterCard Kredit
  • MasterCard Debit
Hvussu nógv kann eg brúka við mínum kredittkorti?

Her ber til at lesa meira um ymisku sløgini av kredittkortum umframt mørkini fyri mánaðarliga nýtslu.

Hvat skal eg gera, um eg havi gloymt mítt loynital?

Tú sært tína pin-kotu í Netbankanum.

 

Far undir Valmynd og trýst á Míni kort.

Hvussu endurbíleggi eg eitt kort?

Tær nýtist ikki at endurbíleggja eitt kort. Vit senda tær nýtt kort, áðrenn gamla kortið gongur út.

Hvussu nógvan pening kann eg brúka við mínum korti í Føroyum?

Tað veldst um, hvat slag av korti tú hevur. Upplýsingar um mørk fyri nýtslu síggjast her.