GjaldSkipanin

Hvar síggi eg mítt GjaldSkipan yvirlit?

Tú hevur tveir møguleikar:

  1. Tú sært eitt yvirlit yvir allar tínar Gjaldsavtalur í Netbankanum. Innrita í Netbanka, trýst á Avtalur og Gjaldsavtalur.
  2. Tú sært mánaðarliga yvirlitið yvir allar upphæddir, sum eru trektar sum Gjaldsavtalur, inni á Netbankanum. Innrita í Netbankan, trýst á Samskifti og vel Skjalagoymsla. Í bólkinum Gjaldsyvirlit finnur tú tey mánaðarligu yvirlitini yvir Gjaldsavtalur, sum eru trektar av kontuni.
Hvussu tekni eg meg til GjaldSkipanina?

Tú kanst tekna teg til sjálvvirkandi GjaldSkipanina í Netbankanum ella við at seta teg í samband við okkum.

Hvat er GjaldSkipanin?

Við GjaldSkipanini verða tínar rokningar altíð goldnar til tíðina. Tá tú teknar tínar rokningar til GjaldSkipanina, tryggjar tú, at rokningarnar sjálvvirkandi verða goldnar rættstundis – hvørja ferð.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv