Kontur og gjaldingar

Kann eg ringja til bankan og fáa upplýsingar um saldu á kontu míni?

Nei, av trygdarávum hava vit broytt hesa mannagongd, og tískil ber ikki til at ringja til bankan og á tann hátt fáa upplýsingar um saldu. Ístaðin vísa vit til sjálvgreiðslutænastur okkara: Netbankan, Netbankan sum app, Telefontænastuna og Boðtænastuna. Við hesum tænastum umframt kontuavriti og sjálvtøkum ber til at fáa upplýsingar um saldu o.a á ein tryggan og lættan hátt.

Hvussu síggi eg saldu á kontu míni?

Tú hevur 4 møguleikar:

  1. Síggj saldu í Netbankanum
    Innrita í Netbankan – trýst á Kontur og gjaldingar - Kontuyvirlit.
  2. Síggj saldu á smarttelefonini við Netbankanum sum app
    Innrita í Nebankan sum app og trýst á Yvirlit - vel síðani kontu.
  3. Fá upplýsing um saldu við Telefontænastuni
    Ring til 20 90 90 – trýst skrásetingarnummar (6460) og kontunummar (7 tøl) – enda við #. Trýst títt loynital og enda við #.
  4. Fá upplýsing um saldu í sjálvtøkum bankans
    Fylg vegleiðingini á skerminum
Hvussu flyti eg eina upphædd til eina aðra kontu í Føroyum?

Tú hevur tríggjar møguleikar:

  1. Flyt pening umvegis Netbankan og Netbankan sum app
    Tað er lætt og ókeypis at gera flytingar í Netbankanum. Innrita í Netbankan – vel Kontur og gjaldingar – og trýst á Flyting.

    Tú kanst lesa meira umframt bíleggja Netbanka her.
  2. Ger flyting í deild tíni
    Tú kanst eisini koma inn í deildina at avgreiða eina flyting. Legg til merkis, at tú tá kanst vænta eina avgreiðslutíð á 3 dagar, áðrenn flytingin er framd.
  3. Ring til okkum
    Ring til Kundatænastuna á 330 330 ella set teg í samband við tín ráðgeva

 Les eisini um GjaldSkipanina.

Hvussu gjaldi eg girokort og inngjaldskort?

Tú hevur tveir møguleikar:

  1. Rinda umvegis Netbankan ella Netbankan sum app
    Tað er lætt og nógv bíligari at gjalda títt giro- og inngjaldskort umvegis Netbankan. Innrita í Netbankan – vel Kontur og gjaldingar – trýst síðani á Inngjaldskort.

    Tú kanst lesa meira umframt bíleggja Netbanka her.
  2. Rinda í deild tíni
    Tú kanst eisini koma inn í deildina at gjalda giro- og inngjaldskort. Legg til merkis, at tú tá kanst vænta eina avgreiðslutíð á 3 dagar, áðrenn gjaldið er bókað.
    Sí yvirlit yvir deildir okkara í Føroyum.

    Les eisini um GjaldSkipanina.
Hvussu seti eg pening inn umvegis náttarboksina?

Fyri at seta pening inn umvegis náttarboks skalt tú hava eina avtalu við eina av deildum bankans. Vinarliga set teg í samband við ta deild, har tú ynskir at stovna avtalu um náttarboks.

Hvussu fái eg yvirlit yvir mínar kontur?

Tú hevur hesar møguleikar:

  1. Í Netbankanum
    Innrita – trýst á Avtalur í vinstru síðu – Íbindingaravtala – í fallmyndini velur tú Tilmelding ella frámelding av kontum og goymslum.
  2. Í ársyvirlitinum
Hvussu síggi eg flytingar á míni kontu?

Tú hevur hesar møguleikar:

  1. Tú sært allar flytingar í Netbankanum
    Innrita í Netbankan – vel kontu.
  2. Tú sært allar flytingar í Netbankanum sum app
    Innrita í Netbankan sum app – trýst á Yvirlit og vel kontu.
  3. Tú sært seinastu bókingar í sjálvtøkuni
    Fylg vegleiðingini á skerminum.
Hvussu taki eg pening út?

Tú hevur hesar møguleikar:

  • Nýt eina av sjálvtøkum bankans
  • Nýt eina av deildum bankans, ið hava vanliga kassaavgreiðslu
Hvussu seti eg pening inn?

Tú kanst seta pening inn í teimum deildum, ið hava kassaavgreiðslu ella umvegis náttarboks. Tú kanst fáa myntir upptaldar í øllum deildum.

Hvat geri eg, um eg ikki havi fingið eina flyting?

Hevur tú ikki fingið eina flyting, skalt tú seta teg í samband við sendaran.

Hvussu stovni eg eina fasta flyting?

Tú hevur hesar møguleikar:

  1. Netbankin: Innrita í Netbankan – trýst á Kontur og gjaldingar – vel Føst flyting.
  2. Set teg í samband við okkum.
Hvar fái eg yvirlit yvir mínar gjaldsavtalur?

Tú hevur tveir møguleikar:

Í Netbankanum: Innrita í Netbankan – trýst á Gjaldskipan.

Set teg í samband við okkum.

Hvussu bíleggi eg gjaldoyra?

Tú kanst bíleggja gjaldoyra á heimasíðu okkara.

Hvussu gevi eg fulltrú til mína kontu?

Saman við persóni, ið skal hava fulltrú til tína kontu, verður tú sum kontuánari biðin um at koma inn í deild tína. Minnist til at hava samleikaprógv við.

Hvar finni eg mítt IBAN-nummar?

Hvør konta hevur sítt egna IBAN-nummar. Tú hevur tríggjar møguleikar, tá tú skalt finna IBAN-nummarið á tíni kontu:

  1. Í Netbankanum
    - Innrita í Netbankan
    - Vel Kontuyvirlit
    - Trýst á fallmyndina Funka, ið er høgrumegin salduna á kontuni
    - Vel síðani Kontutreytir í fallmyndini
    - Tá kemur ein mynd fram, har IBAN-nummarið stendur
  1. Í Netbankanum sum app
    Innrita í Netbankan sum app – vel Yvirlit – trýst á ”i”-merkið høgrumegin kontuna, hvørs IBAN-nummar, tú skalt finna.
  2. IBAN nummarið er eisini at finna á kontuavritinum.
Hvar finni eg mítt kontunummar?

Tú hevur fimm møguleikar, tá tú skalt finna títt kontunummar:

  1. Netbankin: Innrita í Netbankan – vel Kontur og gjaldingar – trýst á Kontuyvirlit.
  2. Kontunummarið stendur á tínum Visa/Dankorti
  3. Kontunummarið stendur á tínum gjaldskorti
  4. Kontunummarið stendur á tínum MasterCard Debit korti
  5. Kontunummarið stendur á tínum kontuavriti
Hvussu flyti eg pening til útlond?

Tú hevur hesar møguleikar:

  1. Ger flyting umvegis Netbankan
    Tað er lætt at flyta pening til útlond umvegis Netbankan. Innrita í Netbankan – vel Kontur og gjaldingar – trýst á Flyting. Tú kanst eisini lesa vegleiðing til Netbankan her.
  2. Ger flytingar í deild tíni
    Finn deild tína her.
  3. Eisini kanst tú senda oyðublaðið av flyting til útheimin til tín ráðgeva ella til kundi@banknordik.fo

Tak oyðublaðið til bílegging av flyting til umheimin niður her (FO).

Download the form for international transfers here (EN).

Hvussu fái eg upplýsing um, hvat eg havi eftir, tá rokningarnar eru goldnar?

Um allar tínar rokningar eru skrásettar sum fastar flytingar í Netbankanum ella eru teknaðar til GjaldSkipanina, ber altíð til at síggja tøka saldu í Netbankanum.

Innrita í Netbankan – vel Kontur og gjaldingar – trýst á Bókingar – og vel síðani Gjaldførisyvirlit. Vel eitt tíðarskeið og trýst síðani OK. So sært tú tøku upphæddina.

Legg til merkis, at tøka saldan ikki leggur upp fyri framtíðar inntøkum ella GjaldSkipan avtalum. Tí eigur tú við jøvnum millumbilum at kanna tøku upphæddina.

Hvussu bíleggi eg myntir?

Set teg í samband við okkum.

Hvussu tømi eg Vitus?

Í deild tíni. Peningurin verður settur á kontu sama dag.

Hvar síggi eg, hvørji gjøld verða tikin?

Tú hevur hesar møguleikar:

  1. Í prísyvirlitinum
    Prísyvirlitið verður sent saman við ársyvirlitinum í januar.
  2. Í Netbankanum
    Í Netbankanum sært tú tey gjøld, sum enn ikki eru tikin. Innrita í Netbankan – vel Kontuyvirlit – trýst á fallmyndina Funka høgrumegin kontuna, hvørs gjøld tú ynskir at finna – vel Kontutreytir.
  3. Set teg í samband við okkum
Hvussu síggi eg rentuna á míni kontu?

Tú hevur hesar møguleikar:

  1. Í Netbankanum
    Innrita í Netbankan – Kontuyvirlit – trýst á fallmyndina Funka og vel Kontutreytir høgrumegin kontuna, hvørs rentu tú ynskir at finna.
  2. Í Netbankanum sum app
    Innrita í Netbankan – trýst á Yvirlit – trýst á lítla reyða ”i”- merkið, ið stendur høgrumegin kontuna, hvør rentu tú leitar eftir.
  3. Set teg í samband við okkum
Hvussu bíleggi eg eitt kontuavrit?

Tú hevur hesar møguleikar:

  1. Í Skjalagoymsluni
    Innrita í Netbankan – vel Skjalagoymsla. Kontuavrit eru tøk í 5 ár.
  2. Set teg í samband við okkum.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv