Netbankin sum app

Hvønn kann eg ringja til fyri at fáa vegleiðing til Netbankan sum app?

Tú ert altíð vælkomin at ringja til Kundatænastuna á telefon 330 330 fyri at fáa hjálp til Netbankan á smarttelefonini. Um tær tørvar hjálp til uppseting av tíni fartelefon, ring so til tín televeitara.

Hvussu fái eg netbankan á fartelefonina?
Tú kanst tekna teg til Netbankan sum app í Netbankanum. Tú velur Avtalur - Netbanki. Her teknar tú teg til Netbankan sum app og stovnar eitt brúkaranavn og eitt loynital við 4 tølum. Eftir hetta fært tú eitt loynital við 8 tølum, sum tú skalt nýta, tá tú innritar fyrstu ferð.

Tú skalt harafturat taka niður eina ókeypis BankNordik Netbanka app. Leita eftir netbanki í Apples App Store ella Google Play. Vel appina við føroyska flagginum ovast í høgra horni.
Kann Netbankin sum app nýtast á tráðleysum neti/WiFi?

Ja, tú kanst innrita í Netbankan sum app og brúka funkurnar á tráðleysum neti og WiFi.

Kann eg broyta loyniorð og brúkaranavn?
Ja, tú innritar í Netbankan og trýstir á Avtalur - Netbanki. Her ber bæði til at broyta brúkaranavn og loyniorð.
Hvat skal eg gera um eg havi gloymt mítt brúkaranavn?
Um tú hevur gloymt brúkaranavnið, ella ynskir eitt nýtt, skalt tú innrita í Netbankan og fara undir Avtalur - Netbanki, har tú kanst broyta brúkaranavnið.
Hvat skal eg gera, um eg havi gloymt loyniorðið?
Um tú hevur gloymt títt loyniorð – ella ynskir at fáa eitt nýtt loyniorð – skalt tú innrita í Netbankan og trýsta á Avtalur - Netbanki. Her kanst tú bæði broyta loyniorð og brúkaranavn.
Hvussu innriti eg í Netbankan sum app?
Tú innritar við tí brúkaranavni og loynitali, sum tú hevur gjørt í Netbankanum, tá tú stovnaði Netbankan sum app. Fyrstu ferð tú innritar, skalt tú eisini tøppa inn loynitalið við 8 tølum, sum tú hevur fingið í Netbankanum.
Hvussu innriti eg í Netbankan sum app við fingramerki?
Eg havi fingið nýtt telefonnr. Hvussu broyti eg hetta, soleiðis at eg fái sms loynitølini frá Netbankaum sum app á røttu telefonina?
Innrita í Netbankan og trýst á Avtalu - Netbanki. Her ber til at rætta telefonnummarið.
Hvat slag av telefon skal eg hava fyri at kunna innrita í Netbankan sum app?
Tú skalt hava eina iPhone ella eina Androide telefon fyri at innrita í Netbankan sum app. Tað ber ikki til at nýta Windows telefon.
Ber til at nýta Netbankan sum app á iPad og Android Tablet?

Ja, Netbankin sum app kann nýtast á bæði iPad og Android Tablet. Tá tú gert flytingar, skalt tú hava í huga, at váttanin kemur á ta fartelefonina, ið er skrásett í sambandi við Netbankan sum app.

Hvør kann fáa Netbankan sum app?

Netbankin sum app er ætlaður privatkundum, og neyðugt er, at tú hevur eina netbankaavtalu við BankNordik frammanundan, um tú vilt nýta allar funkurnar í Netbankanum sum app.

Hvat kostar Netbankin sum app?

Netbankin sum app er ókeypis at heinta og í flestu førum at nýta. Kostnaður verður tó tikin fyri tær tænastur, sum annars eisini kosta í Netbankanum. Ver varug/ur við, at tú rindar fyri internetsambandið, um tú ikki ert á WiFi. Telefeløgini kunnu upplýsa um kostnað í hesum sambandi.

Er tað trygt at brúka Netbankan sum app?

Ja. Netbankin sum app er trygdargóðkendur hjá eini uttanhýsis trygdarfyritøku og hevur fingið hægstu ummæli fyri trygd.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv