NordikPensjón

Hvat er NordikPensjón?

NordikPensjón er ein nýggj heildarloysn innan pensjón í Føroyum. BankNordik bjóðar nú ein samlaðan pakka við samansparing og tryggingum, ið tú sum brúkari hevur ávirkan á og kanst seta saman júst eftir tínum ynskjum og til tann tørv tú hevur, tá tú kemur til pensjónsaldurin.

Hvørjar tænastur bjóðar NordikPensjón?

NordikPensjón er ein samlaður pakki við samansparing og tryggingum.

Tryggingar: Bólkalívstrygging, Trygging fyri hættisliga sjúku, Óarbeiðsføristrygging og Restskuldartrygging.

Samansparing: Røkt av tíni pensjónssamansparing, sum verður sett í virðisbrøv fyri at økja um møguleikan fyri størri avkasti.

Hvussu gerist eg kundi í NordikPensjón?

Set teg í samband við tín kundaráðgeva og bílegg ein fund, ella bílegg ein fund her.

Á fundinum ger ráðgevin eina persónliga tørvsgreining við støði í tínari støðu í dag og tekur hædd fyri viðurskiftum sum t.d. aldri, hjúnarstøðu, inntøku og væntaðum pensjónsaldri. Hesi og onnur viðurskifti ávirka hvussu tín pensjón verður samansett, hvussu stórt inngjaldið skal verða, og hvørjar tryggingar vit mæla tær til at tekna. Saman við tær seta vit tín pensjónspakka saman, soleiðis at hann er lagaður til tín tørv og eftir tínum ynskjum.

Hvørjar fyrimunir fái eg sum kundi í NordikPensjón?

Sum kundi í NordikPensjón fært tú fleiri fyrimunir. Tú fært eitt greitt yvirlit í Netbankanum, har allar upplýsingar um tína pensjónssamansparing eru tøkar. Tú fært eina pensjón, sum tú hevur ávirkan á, ein pensjónspakka, ið verður settur saman eftir tínum ynskjum og lagaður til júst tín tørv. Tú fært landsins bíligastu pensjón, og ert tú Nordik360+ ella Nordik360Premium-kundi rindar tú hvørki umsitingargjøld ella handilskostnaðir av tíni pensjónssamansparing.

Eg eri ikki Nordik360+ ella Nordik360Premium-kundi. Hvat kostar NordikPensjón fyri meg?

Prísir og tænastur eru at síggja í galdandi prísbók. Prísbókin er at finna á heimasíðuni - umframt á øllum deildum bankans.

Hvussu nógv spari eg við at verða kundi í NordikPensjón?

Við NordikPensjón rindar tú einki árligt umsitingargjald og ongan handilskostnað, um tú ert Nordik360+ ella Nordik360Premium-kundi. Hjá okkum fer minni peningur til umsiting, harvið fer meira beinleiðis í tína samansparing. Harumframt er tryggingarkostnaðurin 10 % lægri í mun til kostnaðin í dag.

Hvørji viðurskifti verða tikin við í tørvsgreiningina?

Persónliga tørvsgreiningin, ið verður týðandi partur av pensjónsráðgevingini, tekur støði í tíni støðu í dag og tekur m.a. hædd fyri aldri, hjúnastøðu, inntøku, tiltøkupeningi, væntaðum pensjónsaldri og tíni samlaðu fíggjarstøðu. Hesi viðurskifti og onnur ávirka, hvussu tín persónligi pensjónspakki verður settur saman, soleiðis at hann hóskar júst til tín og tey ynski, tú hevur til tína pensjónstilveru.

Hvørjar treytir fylgja við, tá eg havi mína pensjónssamansparing í NordikPensjón?

Peningurin er bundin, til tú nært eftirlønaraldur, og øll inngjøld verða skattað við inngjald. Um tú doyrt, áðrenn peningurin er útgoldin, fellur samansparingin til næsta avvarðandi, um annað ikki er avtalað.

Eg havi í dag mína pensjónssamansparing í Persónligari PensjónsRøkt. Verður henda samansparingin flutt til NordikPensjón?

Ja. Tín samansparing í Persónligari PensjónsRøkt verður sjálvvirkandi flutt til NordikPensjón. Er tú Nordik360+ ella Nordik360Premium-kundi, skal tú ikki longur gjalda árliga umsitingargjaldið ella handilskostnaðir av tíni samansparing.

Hvørjar tryggingar kann eg tekna sum kundi í NordikPensjón?

Við NordikPensjón hevur tú møguleika fyri at tekna eina Bólkalívstrygging, ið kann víðkast til at fevna um Trygging fyri hættisliga sjúku og Óarbeiðsføristrygging. Eisini er møguligt at tekna eina Restskuldartrygging.

Hvør kann tekna Bólkalívstrygging?

Allir persónar, ið ikki eru fyltir 50 ár, kunnu tekna eina Bólkalívstrygging. Fyri at fáa hesa trygging er tað ein treyt, at tú ert arbeiðsfør/ur, frísk/ur og lýkur heilsutreytirnar.

Hvussu tekni eg tryggingarnar?

Tú kanst fylla út eitt tekningarblað, sum liggur á heimasíðuni og lata tínum ráðgeva tað, ella tosa við tín ráðgeva um at tekna lívstryggingar, tá tit halda fund um NordikPensjón. Tað eru tvey ymisk tekningarbløð: eitt fyri Restskuldartrygging og eitt fyri Bólkalívstrygging, har Trygging fyri hættisliga sjúku og Óarbeiðsføristrygging kunnu veljast sum ískoyti. Í sambandi við at tú teknar tryggingarnar, verður tú eisini biðin um at útfylla eina heilsuváttan og møguliga onnur oyðubløð.

Hvør fær peningin, ið eg havi spart saman í NordikPensjón, um eg doyggi áðrenn pensjónsaldur?

Um tú doyrt, áðrenn tú hevur fingið útgoldið peningin, sum tú hevur spart saman í NordikPensjón, verður hann útgoldin til næstu avvarðandi, um ikki onnur avtala er gjørd. Næstu avvarðandi eru í nevndu raðfylgju:

  • Hjúnafelagi
  • Lívsarvingar
  • Arvingar sambært testamenti
  • Arvingar sambært lógini

Um tú ynskir at gera aðra avtalu, kann hetta gerast skriftliga á fundi við tínum kundaráðgeva.

Hvør fær peningin frá Bólkalívstryggingini, um eg doyggi í tryggingartíðini?

Lívstryggingin verður útgoldin til tíni næstu avvarðandi, um tú doyrt í tryggingartíðini, um ikki onnur avtala er gjørd. Næstu avvarðandi eru í nevndu raðfylgju:

  • Hjúnafelagi
  • Lívsarvingar
  • Arvingar sambært testamenti
  • Arvingar sambært lógini

Um tú ynskir at gera aðra avtalu, kann hetta gerast við at fylla út oyðublaðið "Broyting av tilskilan" og lata tínum kundaráðgeva tað. Kundaráðgevin sendir síðani oyðublaðið til tryggingarveitaran LÍV.

Hvør fær peningin frá Restskuldartryggingini, um eg doyggi í tryggingartíðini?

Tryggingarupphæddin verður goldin inn á tína skuld í BankNordik, um tú doyrt í tryggingartíðini. Er tryggingarupphæddin hægri enn skuldin, verður avlopið goldið beinleiðis til næsta avvarðandi, um ikki onnur avtala er gjørd. Næstu avvarðandi eru í nevndu raðfylgju:

  • Hjúnafelagi
  • Lívsarvingar
  • Arvingar sambært testamenti
  • Arvingar sambært lógini

Um tú ynskir at gera aðra avtalu, kann hetta gerast við at fylla út oyðublaðið "Broyting av tilskilan" og lata tínum kundaráðgeva tað. Kundaráðgevin sendir síðani oyðublaðið til tryggingarveitaran LÍV.

Kann eg fáa samansparingina í NordikPensjón útgoldna í úrtíð?

Tað veldst um, hvat slag av pensjónssamansparing tú hevur. Um talan er um privata samansparing, ið er inngoldin áðrenn 2014, er møguligt at velja at fáa samansparingina útgoldna í úrtíð. Um talan er um samansparing, ið er inngoldin eftir 2014, er peningurin sum útgangsstøði bundin til pensjónsaldur, men við eini læknaváttan og/ella góðkenning frá TAKS er ein møguleiki fyri at fáa samansparingina útgoldna í úrtíð.

Kann eg sjálv/-ur vera við til at avgera, hvørji virðisbrøv samansparingin verður sett í?

Um tú velur at seta sína samansparing í NordikPensjón, gert tú eina fulltrúaravtalu um, at íløguserfrøðingar í BankNordik seta tín pening í virðisbrøv og hava støðugt eftirlit við og røkta tínar íløgur, í samsvari við tín persónliga váðaprofil. Á henda hátt stendur tín pensjónssamansparing altíð har, sum bankin metir, at hon hevur bestu møguleikar fyri at geva tær eitt størri avkast. Hetta merkir samstundis, at tú ikki hevur ávirkan á samansetingina á virðisbrøvum.

Kann eg siga upp avtaluna, um eg ynski tað?

Tú kanst til eina hvørja tíð siga teg úr NordikPensjón uttan freist. Vanligu prísir bankans fyri tínar tryggingar eru galdandi frá tí degi, tá uppsøgnin fær gildi. Prísir bankans eru at finna í teirri til eina hvørja tíð galdandi prísbók, ið er at finna á heimasíðuni – umframt á øllum deildum bankans.

Um eg havi eina Restskuldartrygging og havi goldið mítt lán niður, fellur Restskuldartryggingin so burtur?

Nei, eingin trygging fellur burtur sjálvvirkandi. Men tú kanst altíð siga hana upp.

Tosa  við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv