Tiltak - tekna teg her

Burðardyggar íløgur

Mánadagin 2. septembur kl. 16.30 skipa BankNordik og BankInvest fyri tiltaki um burðardyggar íløgur í høvuðssæti okkara

 

Kom og hoyr um hvussu ein av okkara samstarvsfelagum innan íløgur, BankInvest, ger burðardyggar íløgur í tráð við heimsmálini hjá ST.

Hoyr um, hvussu tað slepst undan at gera íløgur í vápnaframleiðslu og feløg, sum fremja brot á altjóða mannarættindi, arbeiðstakararættindi o.t. Áðrenn BankInvest ger íløgur í feløg, verða tey kannað fyri t.d. brot á  mannarættindi og umhvørvisdálking. Tilgongdin heldur fram eftir at íløgan er framd, og hetta er eitt øki, sum BankInvest leggur stóran dent á.

 

Á skránni

  • Støðan á marknaðunum í dag - Jákup Petur Bærentsen, íløguleiðari í BankNordik
  • Burðardyggar íløgur - Lars Bo Bertram, stjóri í BankInvest
  • Soleiðis velur BankInvest partabrøv - Miguel Torrandell, chefkonsulentur í BankInvest
 Høvi verður at seta spurningar.


Okkurt søtt verður til góman.

 

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Freistin at tekna seg er sunnudagin 01. september.

Tekna teg her