Góð ráð til foreldur

Tá vit verða foreldur, fáa vit eina stóra ábyrgd. Vit ynskja at geva børnum okkara so góðar fortreytir sum gjørligt. Eisini tá tað kemur til góðar peningavanar.


Tá barnið sjálvt forvinnur pening

Meðan barnið er undir 18 ár, eru tað tit sum foreldur, ið hava ábyrgd av barninum. Tá barnið verður 15 ár, ræður tað sjálvt fyri peninginum, ið tað hevur forvunnið, t.d. í frítíðarstarvi. Við eini NordikUng kontu kann barnið fáa eitt stað at spara peningin frá frítíðarstarvinum saman.

Gjaldskort til børn og ung

So hvørt sum barnið mennist og gerst eldri, veksur tørvurin á at fáa ræðið á egnum peningi. Í BankNordik bjóða vit tí gjaldskort til ung úr 10 ára aldri. Mastercard Debit Standard kann brúkast í handlum í Føroyum og uttanlands.

Les meira

Tosa við barnið um pengar og samansparing

Tá ið barnið er komið í skúlaaldur, kunnu tit eisini tosa við barnið um at spara saman til tað, sum tað ynskir sær. Í BankNordik hava vit Vitus sparibússuna, sum ger tað stuttligt hjá barninum at spara saman. Spyrjið eftir Vitus sparibússuni, næstu ferð tit eru í bankanum. 

Børn við innliti í samansparing hava góðar fortreytir fyri at fáa skynsamar peningavanar seinni í lívinum.

 

Barnasamansparingar, ið geva barninum góðar fyrimunir.

NordikBørn

  • Við Barnasamansparingini, ið er ein bundin konta, fær barnið hægstu rentu og bestu møguleikarnar fyri tryggari samansparing. Upphæddin er bundin í minsta lagi til 15 ára aldur.

NordikUng

  • Við NordikUng hevur tú møguleika at fáa NordikUng kontu við frælsi at taka út, har barnið til dømis kann seta sín lummapening ella lønina frá frítíðarstarvinum inn.

Børn og virðisbrøv

Um tú vilt geva barninum møguleika fyri størri vinningi av innistandandi upphæddini, kann peningurin setast í virðisbrøv.

NordikBørn

Børn tegner på Vitus papir

Lær við Vitusi

Tryggingar til børn

Vøggugáva