Børn og virðisbrøv

Tá ið tú gert íløgur í virðisbrøv, fært tú ikki rentur, men eitt avkast. Avkastið er samansett av møguligum kursvinningi, vinningsbýti og rentum. Í mun til innistandandi í bankanum kunnu íløgur í virðisbrøv eisini enda við einum tapi.

Áðrenn tú tekur avgerð um, hvør íløgan skal vera, er umráðandi, at tú hugsar um hesi viðurskifti:

  • Tíðarskeið
    Hvussu langt er íløgutíðarskeiðið? Nær skal barnið hava peningin útgoldnan? Skal talan vera um eina langtíðar- ella stutttíðaríløgu?
  • Váði
    Váði og avkast hanga saman. Eitt stórt avkast merkir samstundis eisini ein størri váði. Minni váðin er, minni verður avkastið, men tá er vandin fyri einum møguligum tapi ikki eins stórur. Tí skalt tú gera av, hvussu stóran váða tú ynskir.
  • Spjaðing
    Umráðandi er, at íløgan verður spjadd í fleiri virðisbrøv, so váðin ikki verður ov stórur. Vit mæla til, at í mesta lagi 20% av samansparingini verður sett í eitt virðisbræv.
  • Upphædd
    Hvussu stórur partur av samansparingini, ið skal nýtast til íløgur er tengt at bæði tíðarskeiðnum og váðanum.

 

Vit syrgja fyri, at íløgan verður snikkað saman til tíni ynski og viðurskifti við atliti at tíðarskeiði, váða, upphædd og spjaðing.

NordikBørn

Góð ráð til foreldur

Tryggingar til børn

Vøggugáva

Tosa við okkum

Fá meira at vita um tínar møguleikar