
Sum Private Banking-kundi hevur tú atgongd til okkara lið av Private Banking-ráðgevum og serfrøðingum. Hetta merkir, at tú fært ein fíggjarligan sparringspartnara, sum hevur førleikarnar til at skilja teir tørvir, tú hevur sum Private Banking-kundi.
Hjá okkum upplivir tú, at samstarv og álit eru aðaltættirnir í kunda-sambandinum. Tað er sera umráðandi fyri okkum, at tú kennir teg trygga/n, og at ráðgevingin altíð fer fram í samsvari við gjøgnumskygdar prísir og treytir.

Hetta bjóða vit tær sum Private Banking-kunda
- Beinleiðis samband við tín persónliga Private Banking-ráðgeva og atgongd til aðrar serfrøðingar í bankanum
- Persónliga og serkøna ráðgeving í ognar- og pensjónsrøkt
- Ókeypis Mastercard Platinum. Harumframt fært tú 10 ókeypis lounge-vitjanir um árið
- Holla ráðgeving í sambandi við keyp av bústaði (t.d. foreldrakeyp) í Danmark
- Innbjóðing til faklig og sosial tiltøk
- Fleiri aðrar fyrimunir, m.a. okkara bestu rentu, bíligastu fígging og lægstu gjøld
Private Banking er eitt úrvalstilboð
