Fíggjarforsøgn

Fíggjarforsøgnin er eitt serstakt ráðgevingaramboð, sum er sergjørt til okkara Private Banking-kundar.


Fíggjarforsøgnin gevur yvirlit

Við støði í tí serligu fíggjarforsøgnini hjá tær og familjuni gevur tín Private Banking-ráðgevi tær yvirlit yvir, hvussu tú fært sum best burtur úr tínum ognum – tøkum peningi, eftirløn, bústaði ella virkisogn. Fíggjarforsøgnin gevur tær vissu fyri, at tínar ognir verða røktar á bestan hátt.


Tak tær væl av tínum ognum – beinleiðis á fundinum

Hvussu ávirkar tað míni fíggjarviðurskifti, um eg fari úr starvi við eftirløn fyri tíð? Hvussu ávirkar foreldrakeyp mín tiltøkupening? Loysir tað seg at gjalda skuld aftur?

Bið um ein fíggjarforsagnarfund við tín Private Banking-ráðgeva, so fært tú svarini. Á fundinum verður tú kunnað/ur um, hvørjar avleiðingar tínar ætlanir fyri fíggjarviðurskiftini hjá familjuni hava í framtíðini – áðrenn tú setur tær í verk.

Vit hyggja gjølla at tínum fíggjarviðurskiftum

Fíggjarforsøgnin gevur øllum táttum í tínum fíggjarviðurskiftum gætur

  • Virkiseigara-/ættarliðsskifti
  • Pensjón
  • Privatnýtslu
  • Foreldrakeypi
  • Íløgum

Dagfør fíggjarforsøgnina regluliga

Fíggjarforsøgnin verður gjørd við støði í kendum, galdandi reglum og væntaðum framtíðargjøldum og –treytum.

Bæði støðan hjá tær, reglur og gjøld kunnu broytast – tí mæla vit til at dagføra fíggjarforsøgninina við jøvnum millumbilum, í minsta lagi 3. hvørt ár.

Keyp fastogn í Danmark

Lat okkum ráðgeva tær um tey viðurskifti, ið gera seg galdandi í sambandi við bústaðarkeyp í Danmark.

Fastogn

Tíni sethús og møguligar fastognaríløgur innan- og uttanlands eru ofta ein sera týðandi partur av tíni fíggjarstøðu.

Ognarrøkt

Sum Private Banking-kundi hevur tú ein hóp av møguleikum innan ognarrøkt, sum tekur støði í tínum ynskjum og tørvi.

Pensjón

Tað er umráðandi, at tú tryggjar tína fíggjarstøðu við eini pensjóns-samansparing til tíðina eftir arbeiðslívið.

BankNordik Sóleyð Hansen

Sóleyð Hansen 

Tosa við okkum um tínar møguleikar

330 444

Send mær boð