Pensjónssamansparing
Pensjón snýr seg um trygd fyri teg og familju tína – bæði nú og í framtíðini. Tað er umráðandi, at tú tryggjar tína fíggjarstøðu við eini pensjónssamansparing til tíðina eftir arbeiðslívið, tá ið tú ikki longur hevur eina mánaðarliga arbeiðsinntøku.
Tann rætta pensjónssamansparingin til tín
Tú kanst samanseta tína pensjónssamansparing upp á nógvar mátar, men fyrst og fremst snýr tað seg um at finna loysnina, sum hóskar best til júst tín og tína familju – og sum kann geva tær pensjónstilveruna, sum tú droymir um.
Hugsa um hesi viðurskifti
Við at hugsa um hesi viðurskifti, kanst tú fáa yvirlit yvir tíni ynski og tínar vónir til pensjónstilveruna.
- Hvat hevur mest at siga fyri teg í lívinum?
- Hvussu skal tín familja liva, um tú doyrt áðrenn pensjónsaldur?
- Hvørjum skulu tú og familjan liva av, um tú missir arbeiðsførleikan?
- Hvussu ynskir tú, at tín pensjónstilvera skal vera?
Okkara serfrøðingar taka sær av tíni pensjóns-samansparing
Við støði í tínum ynskjum smíða Private Banking-ráðgevin og ein av pensjónsráðgevum okkara eina loysn, sum hóskar júst til tín tørv. Og vilt tú gera íløgur, so verður eisini lagt upp fyri tíni váðamynd.