Fastogn

Tíni sethús og møguligar fastognaríløgur innan- og uttanlands eru ofta ein sera týðandi partur av tíni fíggjarstøðu. Við fíggjarforsøgnini fært tú yvirlit yvir, hvussu tín fastognaríløga ávirkar tínar samlaðu ognir – bæði í dag og í framtíðini.


Umlegging av lánum

Realkredittmarknaðurin er sera skiftandi. Í Private Banking leggja vit dent á at vera framsøkin, tá ið vit síggja møguleikar fyri teg - t.d. í sambandi við umlegging av lánum. Hetta gevur tær fíggjarligt rásarúm, og samstundis fært tú møguleikan at minka um rentuútreiðslurnar, restskuld ella stytta lánstíðina. 


Fastognaríløgur

Vit samanseta fíggingina við støði í tínum váðaprofili og íløgutíðarskeiði, soleiðis at hon samsvarar við tín tørv, fíggjarstøðu, aðrar íløgur, o.s.fr. Við fíggjarforsøgnini fært tú harafturat yvirlit yvir, hvat íløgurnar hava at siga fyri tína samlaðu fíggjarstøðu.


Foreldrakeyp – ella øvugt foreldrakeyp

Hugsar tú um at keypa bústað til tíni børn ella foreldrini? Tín Private Banking-ráðgevi kann ráðgeva tær um reglurnar á økinum, m.a. um víðarisølu til tíni børn/foreldur og møguleikar við kapitalvinningi.

Keyp og søla av fastogn - Vit hava netverkið

Vit hava samstarv við fastognarmeklara, skalt tú keypa ella selja fastogn. Vit kunnu hjálpa tær við:

  • Sethús ella eigaraíbúð
  • Lutaíbúð
  • Summarhús
  • Fastogn í Danmark
  • Við keyp av ogn í Danmark veita vit realkredittlán í samstarvi við okkara samstarvsfelaga Totalkredit.

Private Banking er eitt úrvalstilboð

Soleiðis gerst tú Private Banking-kundi

Tá ið tú verður Private Banking-kundi, gera vit eina individuella meting og gjøgnumgongd av inntøku, ognum og øðrum fíggjarviðurskiftum millum teg og bankan. Private Banking er eitt úrvalstilboð til tín og familju tína, og tí mugu tíni samlaðu fíggjarviðurskifti við bankan sum útgangsstøði vera peningaognir á 3 mió. kr. at gera íløgur fyri ella ein ársinntøka á 1,5 mió. kr. fyri húskið.

Keyp fastogn í Danmark

Lat okkum ráðgeva tær um tey viðurskifti, ið gera seg galdandi í sambandi við bústaðarkeyp í Danmark.

Fíggjarforsøgn

Fíggjarforsøgnin er eitt serstakt ráðgevingaramboð, sum er sergjørt til okkara Private Banking-kundar.

Ognarrøkt

Sum Private Banking-kundi hevur tú ein hóp av møguleikum innan ognarrøkt, sum tekur støði í tínum ynskjum og tørvi.

Pensjón

Tað er umráðandi, at tú tryggjar tína fíggjarstøðu við eini pensjóns-samansparing til tíðina eftir arbeiðslívið.

BankNordik Sóleyð Hansen

Sóleyð Hansen 

Tosa við okkum um tínar møguleikar

330 444

Send mær boð